235
        
        
          
            15.3. LINKING EFTIR EKSEMPTIÓNSHÁTTINUM
          
        
        
          Linking eftir eksemptiónsháttinum (frítøkuháttinum) hevur við sær, at tað
        
        
          landið, sum sigur frá sær rættin at skatta ávísa inntøku, skal ikki telja hesa
        
        
          inntøku við í uppgerðina viðvíkjandi skattskyldugu inntøkuni.
        
        
          Linking eftir eksemptiónsháttinum kann verða gjørdur antin sum full eks
        
        
          emptión ella sum eksemptión við progressjónsfyrivarni. Og linking eftir eks
        
        
          emptión við progressjónsfyrivarni kann verða gjørdur eftir ávíkavist „nýggja“
        
        
          og „gamla“ háttinum.
        
        
          Eyðkennið, fyri linking sum full eksemptión, er, at inntøkur úr øðrum lond
        
        
          um skulu ikki verða taldar við í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni og
        
        
          skattaútrokningini í bústaðarlandinum.
        
        
          Eyðkennið, fyri linking sum eksemptión við progressjónsfyrivarni eftir
        
        
          
            nýggja
          
        
        
          
            háttinum
          
        
        
          , er, at inntøkur úr øðrum londum eisini skulu verða taldar við í
        
        
          uppgerðina viðvíkjandi skattskyldugu inntøkuni í bústaðarlandinum. Link
        
        
          ing fyri tvískatting verður gjørd fyri tann partin av øllum skattinum í
        
        
          bústaðarlandinum, ið viðvíkur inntøkum í øðrum londum líka mikið, hvat
        
        
          ið goldið er í skatti í øðrum londum.
        
        
          Í hesum linkingarháttinum verður sami linkingarbrøkurin eisini nýttur:
        
        
          skattur í bústaðarlandinum × uttanlandsinntøka
        
        
          skattskyldug altjóðainntøka
        
        
          Linkingarhátturin kann verða vístur við hesum dømi:
        
        
          inntøkur í bústaðarlandinum:
        
        
          200.000 kr.
        
        
          útlendsk inntøka:
        
        
          100.000 kr.
        
        
          skattskyldug inntøka í bústaðarlandinum:
        
        
          300.000 kr.
        
        
          skattur av hesum:
        
        
          145.000 kr.
        
        
          linking: 145.000 × 100.000
        
        
          = 48.333 kr.
        
        
          300.000
        
        
          Linkingin verður uttan mun til,
        
        
          hvat ið goldið er í skatti uttanlands:
        
        
          48.333 kr.