225
markingini, um felagið kann sanna, at slík fígging kann verða fingin til vega
millum óheftar partar.
Ásetingarnar um transfer pricing og tunna kapitalisering eru so nýggjar, at
kærunevndaravgerðir enn ikki eru tøkar. Hinvegin hevur tað leingi verið
galdandi skattarættur, at prísásetingar millum sínámillum bundnar skatt
gjaldarar skulu fylgja marknaðinum. Ein ósemja um søluprís á einum akfari,
sum handlaður varð millum feløg við sínámillum áhugafelagsskapi varð t.d.
viðgjørd í
landsskattakærunevndini
í avgerð
frá 22.10.1998 (j. nr. 98S01-
0040).
Landsskattanevndin gjørdi í hesum máli av, at líkningarmyndugleikin
hevði ikki prógvað, at akfarið varð selt fyri yvirprís.