Føroyskur skattarættur - page 224

224
sínum. Upplýsingarnar skulu vera soleiðis háttaðar, at tær kunnu verða
brúktar sum grundarlag undir einari meting av, um ásetingin viðvíkjandi
prísum og treytum er í samsvari við tað, sum kundi verið vunnið, um handils­
ligu og fíggjarligu viðurskiftini vóru millum óheftar partar. Hetta tilfar skal
verða goymt og skal verða sett upp samsvarandi leiðreglunum hjá OECD
(OECD Transfer Pricing Guidelines). OECD er navnið á altjóðafelagsskap­
inum við navninum Organisation for Economic Co-operation and Develop­
ment.
Hevur slíkur skattgjaldari ikki virkað í samsvari við arms-longdar-megin­
regluna, hava skattamyndugleikarnir heimild at broyta inntøkuna eftir ætli,
so inntøkan vísir handil undir vanligum treytum.
13.2. TUNN KAPITALISERING
Eftir § 37b í skattalógini kann ein løgfrøðiligur persónur (felag), sum er und­
ir § 1 í skattalógini ikki draga frá rentuútreiðslur og kurstap av tí partinum av
kontrolleraðu skuldini, sum er størri enn lutfallið 4:1, til einstakling ella út­
lendskan løgfrøðiligan persón, sum eru undir § 118a, stk. 1 í skattalógini, og
felagsins fremmandakapitalur (skuld), sæð í mun til felagsins eginkapital
seinast í inntøkuárinum, er størri enn nevnda lutfall.
Endamálið við hesi áseting er at mótvirka tilvildarligari skattaflyting úr Før­
oyum til felag uttanlands, at dótturfeløg hjá útlendskum virkissamtøkum her
á landi verða fíggjað á slíkan hátt, at tað av eyðsæddum misjavna millum
fremmandkapital (skuld) og eginkapital (tunn kapitalisering) í skattauppgerð­
ini verða frádrignir ósamsvarandi stórir rentufrádráttir í Føroyum.
Við lánsfígging hevur lántakandi felagið frádráttarrætt fyri rentuútreiðslurnar
í Føroyum. Lánveitarin, sum vanliga er útlendskt felag, hevur hinvegin
vanliga ikki avmarkaða skattskyldu av rentuinntøkunum í Føroyum.
Ásetingarnar um vernd fyri tunnari kapitalisering hava t.d. við sær, at feløg
við fullari skattskyldu til Føroya (dótturfeløg), sum útlendskur einstaklingur
ella løgfrøðiligur persónur (móðurfelag) hevur tamarhald á, ikki kunnu draga
rentuútreiðslur ella kurstap frá, tá talan er um kontrolleraða skuld, (tað
merkir, skuld til móðurfelagið, skuld til feløg í samtaki við móðurfelagið ella
skuld til nærskyldar, útlendskar einstaklingar ella løgfrøðiligar persónar), um
lutfallið millum dótturfelagsins skuld og eginkapital er størri enn 4:1 upp­
gjørt seinast í inntøkuárinum. Felagið kann tó sleppa undan frádráttarav
1...,214,215,216,217,218,219,220,221,222,223 225,226,227,228,229,230,231,232,233,234,...284
Powered by FlippingBook