Føroyskur skattarættur - page 217

217
12. Krógvað vinningsbýti
Tá eitt vinnufelag rindar eigara í felagnum pening, sum av røttum er vinnings­
býti, men sum felagið og eigarin hava givið annað heiti fyri at koma undir
lagaligari skatting, er talan um krógvað vinningsbýti.
Ásett er í § 1, stk. 2 í kapitalvinningsskattalógini, at undantikin frípartabrøv
og útlutanir, sum fara fram í tí inntøkuári, tá felag verður endaliga avtikið,
verður alt tað, sum eitt felag útlutar einum partabrævaeigara, lutahavara o.ø.t
roknað sum vinnigsbýti.
Eyðkennið fyri at skatta inntøkur hjá vinnufeløgum er, at hesar inntøkur
verða tvískattaðar. Fyrst rindar felagið 18% í skatti av sínari skattskyldugu
inntøku. Tá slíkt skattað avlop hjá felagnum síðani verður útlutað eigaranum
sum vinningsbýti, skal eigarin rinda 35% í vinningsbýtisskatti (avgjaldi) av
hesum vinningsbýti.
72
Hetta vísir, at eitt vinnufelag kann ikki draga frá í
uppgerðini viðvíkjandi skattskyldugu inntøkuni tað vinningsbýtið, sum tað
útlutar eigarunum. Tí verður sagt, at inntøkurnar hjá einum vinnufelag verða
skattaðar tvær ferðir, áðrenn ein einstaklingur, sum eigari, fær ágóðan av
teimum. Hetta kann elva til, at felagið og eigarin kunnu hava samanfallandi
áhuga í at krógva eina útluting sum rakstrarútreiðslu, sum felagið kann draga
frá í uppgerðini viðvíkjandi skattskyldugu inntøkuni, ella at geva eigaranum
skattafríar ágóðar, sum ikki elva til samsvarandi skattligar vansar hjá felagnum.
Eitt vinnufelag, sum er sjálvstøðugt skattasubjekt, kann frítt gera bindandi
avtalur við sínar eigarar, eins og tað ger við aðrar einstaklingar ella feløg. Men
fyri at tryggja, at ásetingarnar, um at alt tað, sum eitt felag útlutar einum eig­
ara, skal verða roknað sum vinningsbýti, verða hildnar, er neyðugt hjá líkn­
ingarmyndugleikanum at ansa eftir, at áhugafelagsskapurin millum feløgini
og eigararnar ikki elvir til, at partarnir tilætlað leggja til rættis sínámillum
avgerðir fyri at sleppa undan hesari tvískatting. Tí er tað galdandi skattarætt­
ur, at avtalur millum slíkar partar kunnu líkningarmyndugleikarnir seta til
viks, um so er, at tær eru gjørdar fyri at sleppa undan at tvískatta inntøkur hjá
vinnufeløgum.
Møguleikarnir, at vinningsbýti ella útluting til eigararnar kann verða krógv­
að, eru nógvir. Vinningsbýti kann verða krógvað t.d. sum løn ella tantieme til
72 Er eigarin vinnufelag, skal tað sum kunnugt rinda 18% í skatti av hesum vinningsbýti, og er eigarin
vinnufelag, sum hevur fulla skattskyldu til Føroya, skal tað als ikki rinda vinningsbýtisskatt.
1...,207,208,209,210,211,212,213,214,215,216 218,219,220,221,222,223,224,225,226,227,...284
Powered by FlippingBook