Føroyskur skattarættur - page 219

219
líkningarvaldinum var, at avsetingin til tantieme ikki stóð í rímiligt mát við rakstrar­
úrslitið hjá felagnum, og at tantiemið ikki stóð í rímiligt mát við arbeiðsavrik hjá
móttakarunum, men heldur varð býtt millum eigarar til teirra ognarlut í felagnum.
Harafturat grundaði líkningarvaldið avgerðina á, at avsetingin, sum svaraði til alt
rakstraravlopið í árinum, ikki stóð mát við rímiliga forrenting av partapeninginum.
12.2 AT SELJA FELAGNUM OGNIR FYRI YVIRPRÍS
Talan er um at selja felagnum ognir fyri yvirprís, tá ein eigari selur felagnum
ognir fyri ein prís, sum er hægri enn handilsvirðið. Tað hendir seg, at ein eig­
ari selur felagnum t.d. fastogn ella virðisbrøv fyri ein prís, sum týðiliga er
hægri enn marknaðarvirðið. Líkningarvaldið kann í slíkum førum gera av, at
yvirprísurin skal verða roknaður sum skattskyldugt vinningsbýti til eigaran.
Avleiðingin fyri felagið kann í slíkum føri verða, at skattliga útveganarvirðið
verður lækkað niður á handilsvirðið. At lækka útveganarvirðið soleiðis ávirk­
ar skattliga avskrivingargrundarlagið í felagnum, og kann eisini ávirka upp­
gerðina viðvíkjandi skattskyldugum vinningi ella tapi hjá felagnum, avhendir
tað ognina seinni.
12.3. AT KEYPA OGNIR FRÁ FELAGNUM FYRI
UNDIRPRÍS
Talan er um at keypa ognir frá felagnum fyri undirprís, tá felagið selur eigar­
anum ognir fyri ein prís, sum er lægri enn handilsvirðið. Keypir eigarin t.d.
eina fastogn frá felagnum fyri ein prís, sum er væl lægri enn marknaðarvirðið,
kann líkningarvaldið gera av, at hesin fyrimunur skal verða roknaður sum
krógvað vinningsbýti til eigaran.
Avleiðingin fyri felagið kann í hesum føri verða, at selda ognin verður roknað
fyri at vera seld fyri handilsvirðið. Hetta kann hava ávirkan á, um felagið við
søluni hevur realiserað ein vinning ella tap og møguliga afturvunnar avskriv­
ingar.
12.4. FELAGIÐ RINDAR PRIVATAR ÚTREIÐSLUR
FYRI EIGARAN
Í teimum førum, eitt felag í sínum skattaroknskapi hevur bókað sum rakstrar­
kostnað gjald fyri útreiðslur, sum í roynd og veru eru privatar útreiðslur hjá
eigaranum, kann líkningarvaldið gera av, at gjald fyri slíkar útreiðslur skulu
verða roknaðar sum krógvað vinningsbýti, sum er útlutað eigaranum.
1...,209,210,211,212,213,214,215,216,217,218 220,221,222,223,224,225,226,227,228,229,...284
Powered by FlippingBook