228
Hetta er eisini galdandi, um skipið er leigað við ongari manning til Føroya.
Avgerðin at brúka skipanina ella ikki er bindandi í trý ár. Verður farið úr
skipanini, ber ikki til at koma inn aftur í hana fyrr enn eftir trý inntøkuár við
skatting eftir vanligu reglunum í skattalógini. Bindingartíðir eru ásettar, um
feløg undir skipanini verða løgd saman og klovin.
Reka feløg eisini annað virksemi, skulu inntøkur og útreiðslur verða býttar
millum virksemi, ið verður skattað ávikavist eftir tonsaskattalógini og eftir
vanligu skattareglunum.
Feløg, sum gera skattskyldugu inntøkuna upp eftir tonsaskattalógini, kunnu
ikki verða samskattað við onnur feløg.
Tá ið bæði føroysk og útlendsk skip kunnu koma undir skipanina, eru
ymiskar verndarreglur í lógini. Verndarreglur eru neyðugar, m.a. tí hesi skip
hava verið undir vanligu skattareglunum frammanundan og kunnu gera av at
fara út úr tonsaskattaskipanini og inn aftur undir vanligu reglurnar. Her
gerast tí fleiri møguleikar at fara millum skipanirnar, umframt at til ber at
sleppa undan útsettum skatti.
Lógin hevur m.a.
• ásetingar um avrokningarprísir (transfer-pricing) millum feløg/virksemi,
ið eru undir tonsaskattaskipanini, og tey, sum ikki eru undir skipanini,
(t.d. millum hotell og ferðamannaskip).
• ásetingar um yvirkapitalisering, summótvirka, at nógvur peningur verður
settur í tílík feløg, av
• tí at inntøkurnar ikki verða skattaðar.
• ásetingar um, hvussu flutningsskattur, sum er goldin í øðrum landi,
verður viðgjørdur.
• serreglur um at skjóta út skatt, tá ið skip verða seld.
Skattlig avskriving kann ikki verða gjørd viðvíkjandi skipum og rakstrargøgnum
undir tonsaskattaskipanini.
Men skip, sum hava verið undir vanligu reglunum
í Føroyum, áðrenn tey komu undir tonsaskattaskipanina, kunnu hava gjørt
skattligar avskrivingar. Ásetingar eru tí í lógini, hvussu hesar avskrivingar
skulu verða viðgjørdar. Hesar ásetingar tryggja, at afturvunnar avskrivingar
verða skattaðar, um so er, at skip ella rakstrargøgn verða seld, um ikki onnur
skip ella rakstrargøgn koma í staðin. Útskotin skattur kemur soleiðis bara til
gjaldingar, um reiðarívirksemið verður minni, enn tað var, tá feløgini fóru
undir tonsaskattalógina.