Føroyskur skattarættur - page 237

237
154, stk. 1 í skattalótini og § 19 í kapitalvinningsskattalógini. Linkingin eftir
skattalógini og kapitalvinningsskattalógini fer fram eftir maksimeraða
kredittháttinum, sum umrøddur er frammanfyri.
15.4.1. Avgjald goldið øðrum landi
Við virknaði frá 1. januar í 2012 verður avgjald goldið til eitt annað land enn
Føroyar, og sum er fevnt av norðurlendsku konventiónini um sosiala trygd,
talt við sum ein skattur, goldin í Norðurlondum.
15.5. FLEIRI INNTØKUSLØG ELLA INNTØKUR
ÚR FLEIRI LONDUM
Hevur ein skattgjaldari inntøku úr fleiri enn tveimum londum, skal linkingar­
útrokningin verða gjørd fyri hvørt landið sær.
Hevur ein skattgjaldari fleiri sløg av inntøkum úr sama landi, skal skattaút­
rokning verða gjørd undir einum. Men er linkingarhátturin ymiskur fyri tey
ymsu inntøkusløgini, skal útrokningin verða gjørd fyri hvørt inntøkuslagið.
15.6. UPPGERÐ VIÐVÍKJANDI UTTANLANDSINN-
TØKUNI, SUM LINKING SKAL VERÐA VEITT FYRI
Sum dømi um, hvussu inntøkur úr øðrum londum skulu verða gjørdar upp,
tá linking skal verða givin, verður niðanfyri endurgivin mannagongdin, sum
Toll- og Skattaráð Føroya hevur ásett at galda í Føroyum.
Tá linking verður givin í Føroyum, verður linkingarbrøkurin niðanfyri nýttur:
føroyskur skattur × uttanlandsinntøka
skattskyldug altjóðainntøka
Í teljaranum í linkingarbrøkinum verður sett tann uttanlandsinntøka, sum
linking skal verða givin fyri.
Tá uttanlandsinntøkan, sum skal verða sett í brøkin verður gjørd upp, verða
teir frádráttir, sum hava samband við at vinna uttanlandsinntøkuna drignir
frá uttanlandsinntøkuni.
Frádráttir, sum ikki hava samband við uttanlandsinntøkuna, skulu sum
grundarlag ikki verða drignir frá uttanlandsinntøkuni, tá linking verður
útroknað.
1...,227,228,229,230,231,232,233,234,235,236 238,239,240,241,242,243,244,245,246,247,...284
Powered by FlippingBook