Føroyskur skattarættur - page 243

243
15.9. RÆTT TIL AT SKATTA Í ØÐRUM LAGI
(SUBSIDIERAN RÆTT TIL AT SKATTA)
Endamálið við tvískattaavtalum er at sleppa undan tvískatting. Tvískatta­
avtalur kunnu hava við sær, at skattlegging er hvørki í bústaðarlandinum ella
keldulandinum. Ein slík „tvíføld ikki-skatting“ kann verða staðfest, tá t.d.
bústaðarlandið ikki hevur innanhýsisheimild at gagnnýta tann skattlegging­
arrætt, sum tað hevur fingið sambært tvískattaavtalu. Slíkt fullkomið skatta-
frælsi fyri eina inntøku kann sleppast undan í skattaavtalum við at innseta
ásetingar um subsidieran rætt til skattlegging.
Nevnt kann verða, at flytur føroyskur skattgjaldari til Onglands og sigur frá
sær bústað í Føroyum, verður hann settur í skatt í Onglandi eftir áseting­
unum um „residents“. Full skattskylda til Føroya fellur burtur, og í Onglandi
hevur hann sum „resident“ ikki skyldu at rinda skatt av kaptialinntøkum úr
Føroyum ella øðrum londum, um slíkar inntøkur ikki verða fluttar til Ong­
lands ella verða móttiknar í Onglandi.
Skattgjaldari, sum ikki hevur fulla skattskyldu til Føroya, hevur – sum kunn­
ugt – ikki skyldu at rinda skatt í Føroyum av rentuinntøku úr føroyskari
keldu. Letur hann hesa rentuinntøku standa í føroyskum peningastovni, er
hon heldur ikki skattskyldug í Onglandi, av tí at hann er settur í skatt í Ong­
landi sum „resident“. Tvískattaavtalan millum Føroyar og Bretland ásetur í
grein 11, at einans bústaðarlandið hevur rætt at skatta rentuinntøkur. Úrslit­
ið er tí, at slík rentuinntøka kann hvørki verða skattløgd í Føroyum ella í
Onglandi, um ikki tvískattaavtalan gevur øðrum landinum subsidieran rætt
at skatta rentuinntøkuna.
Slíkur subsidierur rættur er ásettur í grein 23 (ymiskar reglur) í somu avtalu
við orðingini „um nøkur áseting í hesum sáttmála førir við sær, at inntøka
ella vinningur sleppur undan skatti í einum sáttmálabundnum ríki, og per­
sónur vegna nevndu inntøku ella vinning er skattskyldugur eftir galdandi lóg
í hinum sáttmálabundna ríkinum
við atliti til ta upphædd, sum er send til ella
fingin í hinum ríkinum
og ikki alla upphæddina, tá skal linkingin, sum loyvd
verður í fyrstnevnda ríkinum eftir hesum sáttmála, bara verða galdandi fyri
tann partin av inntøkuni ella vinninginum, sum er skattaður í hinum rík­
inum“.
Grein 23 í tvískattaavtaluni við Bretland og Norðurírland er tí júst dømi um
ein slíkan subsidieran rætt til skattlegging. Grein 26, stk. 2 í tvískattaavtaluni
millum Norðurlond er somuleiðis dømi um subsidieran rætt til skattlegging.
1...,233,234,235,236,237,238,239,240,241,242 244,245,246,247,248,249,250,251,252,253,...284
Powered by FlippingBook