Føroyskur skattarættur - page 236

236
Progressjónsfyrivarni merkir, at tá skatturin, sum fellur á inntøkuna úr øðr­
um londum, verður útroknaður, verður hon tikin við, tá linking skal verða
útroknað. Endamálið við progressjónsfyrivarninum er at forða fyri, at
virkningurin av stigvíst hækkandi skattingini í bústaðarlandinum ikki fellur
burtur við at flyta inntøkur til skattingar í øðrum londum.
Eyðkennið, fyri linking sum eksemptión við progressjónsfyrivarni eftir
gamla
háttinum
, er, at inntøkur úr øðrum londum ikki skulu verða taldar við í
uppgerðina viðvíkjandi skattskyldugu inntøkuni í bústaðarlandinum. Inn-
tøkan úr øðrum londum skal tó verða tald við, tá skatturin verður útrok-
naður. Ein frádráttur í skattinum verður síðan givin fyri tann partin av útrok-
naða skattinum til samans í bústaðarlandinum, sum fellur á inntøkur úr
øðrum londum, sama hvat goldið er í skatti uttanlands. At inntøkur úr
øðrum londum ikki skulu verða taldar við í uppgerðina viðvíkjandi skattskyl-
dugu inntøkuni í bústaðarlandinum, hevur t.d. við sær, at staðfest hall frá
árum frammanundan kann verða framført, uttan at uttanlandsinntøkurnar
lækka samsvarandi.
Eingin munur er í linkingini viðvíkjandi skattinum, sum skal verða rindaður
í bústaðarlandinum, um hon verður gjørd eftir nýggja ella gamla háttinum.
Munurin millum hættirnar hevur einans ávirkan í sambandi við onnur viður-
skifti, har skattskylduga inntøkan hevur ávirkan, eitt nú í sambandi við at
áseta almannaveitingar.
15.4. LINKING EFTIR § 154, STK. 1 Í SKATTALÓGINI
OG § 19 Í KAPITALVINNINGSSKATTALÓGINI
Føroyar eru sum nevnt partur av multilateralu tvískattaavtaluni millum
Norðurlond. Harafturat hava Føroyar nýliga gjørt bilateralar tvískattaavtalur
við ávikavist Bretland og Norðurírland
74
og Isle of Man
75
. Tvískattaavtalur
við Grønland, India og Sveis eru eisini í gildi.
Í teimum førum onnur enn tey lond, Føroyar hava tvískattaavtalu við, eisini
skattað somu inntøkur, sum Føroyar, kunnu Føroyar linka tvískatting eftir §
74 Avtalan hevur í Føroyum gildi frá 1. januar í 2009 og í Bretlandi og Norðurírlandi frá 6. apríl 2009, tá
tað snýr seg um inntøkuskatt og kapitalvinningsskatt og frá 1. apríl 2009, tá talan er um partafelags-
skatt.
75 Meinlíkar avtalur eru gjørdar við ávikavist Jersey og Guernsey, sum væntandi verða settar í gildi í
2009 ella seinni.
1...,226,227,228,229,230,231,232,233,234,235 237,238,239,240,241,242,243,244,245,246,...284
Powered by FlippingBook