249
        
        
          Í samansparingartíðarskeiðnum er eftirlønin at meta sum kapitaleftirløn við
        
        
          arvarætti, um ikki onnur avtala er galdandi. Tá eftirlønarsamansparari doyr,
        
        
          fellur samansparda eftirlønarupphæddin til njótunartilskilaða sambært eftir
        
        
          lønarsáttmálanum, um ikki onnur avtala er galdandi.
        
        
          Um njótunartilskilaði er hjúnafelagi ella sambúgvandi, tó ikki barn, kann
        
        
          hann velja at fáa alla ella part av eftirlønarsamansparingini flutta skatta-og
        
        
          avgjaldsfrítt til sína egnu eftirlønarsamansparing. Samanlagda eftirlønar
        
        
          samansparingin verður tá fevnd av ásetingunum í eftirlønarlógini.
        
        
          Hevur eftirlønarsamanspararin eingi nærmastu avvarðandi, og er eingin
        
        
          njótunartilskilaður innsettur, verður eftirlønarupphæddin við arvarætti
        
        
          umløgd til eitt kapitalútgjald og gerst síðan partur av búnum.
        
        
          Tá samansparda eftirlønin verður útgoldin, skulu hesar treytir lúkast:
        
        
          1) Í
        
        
          
            minsta
          
        
        
          lagi 45% skal verað útgoldið sum lívslong veiting, lívrenta.
        
        
          Lívrenta er ein eftirlønarskipan, sum verður útgoldin leypandi so leingi
        
        
          tann, sum eigur og hevur stovnað samansparingina er á lívi, men sum
        
        
          fellur burtur, tá ið viðkomandi doyr.
        
        
          Lívslanga veitingin kann ongantíð verða kravd at vera hægri enn 40% av
        
        
          einari arbeiðaraløn sambært sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag
        
        
          og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
        
        
          2) Í
        
        
          
            mesta
          
        
        
          lagi 55% kann verða útgoldið sum lutaeftirløn, sum er ein eftir
        
        
          lønarskipan, ið verður útgoldin í eins stórum lutum yvir eitt avtalað
        
        
          tíðarskeið, tó í minsta lagi 10 ár.
        
        
          3) Í
        
        
          
            mesta
          
        
        
          lagi 15% kann útgjaldast sum kapitalútgjald, sum er ein upp
        
        
          hædd, ið verður útgoldin í einum.
        
        
          Tá allar eftirlønir sambært nýggju eftirlønarlógina eru forskattaðar, skulu
        
        
          hvørki skattur ella avgjøld rindast við útgjald.