Føroyskur skattarættur - page 259

259
aðar við teimum salduvirðum, sum tær høvdu frammanundan, og allar avset­
anir og avskrivingar verða roknaðar, sum eftirsitandi hevur gjørt tær. Hall hjá
tí deyða frá árunum frammanundan kann verða drigið frá í inntøku hjá
eftirsitandi hjúnafelaga.
17.3. ÓSKIFT BÚGV VERÐUR SKIFT, MEÐAN
EFTIRSITANDI ER Á LÍVI
§ 19 í skattalógini ásetur, at tá eitt óskift búgv verður tikið til skiftisviðgerðar,
meðan eftirsitandi hjúnafelagin er á lívi, verður skattskyldan flutt til búgvið
frá tí degi, tá skiftirætturin hevur góðtikið umbønina um skiftið.
Innan 2 mánaðir eftir tað, at áheitanin um skiftið er játtað, skal búgvið lata
inn uppgerð yvir ta ogn og ta skuld, sum er tikin við í skiftinum. Viðvíkjandi
hesi uppgerð eru ásetingarnar í § 14, stk. 6 í skattalógini galdandi, tá áheit­
anin er játtað. Er búgvið framvegis til viðgerðar seinast á tí inntøkuári, tá ið
áheitanin um skiftið varð játtað, hevur búgvið fyri hetta inntøkuár rætt til
avskrivingar. Er búgvið skift, hevur tann, ið hevur fingið tillutað ognina, rætt
til møguligar avskrivingar. Annars eru ásetingin í § 15, stk. 2 í skattalógini
galdandi roknað frá tí, at áheitanin um skiftið varð játtað. Soleiðis kann
búgvið verða skattafrítt, um so er, at endalig búsuppgerð verður send
skattavaldinum innan 15 mánaðir eftir tað at áheitanin um skiftið varð
játtað, og um so er, at skattskylduga inntøkan hjá búnum ikki fer upp um
25.000 kr.
17.4. BÚGV, SUM EFTIR AT VERÐA TIKIN TIL SKIFTIS­
VIÐGERÐAR, VERÐA LATIN EFTIRSITANDI HJÚNA­
FELAGA AT SITA Í SUM ÓSKIFT BÚGV
§ 19, stk. 3 og 4 í skattalógini ásetur, at verður eitt búgv, sum hevur verið
tikið til skiftisviðgerðar, latið til eftirsitandi hjúnafelagan at sita í sum óskift
búgv, verður farið fram eftir § 13 í skattalógini. Tað vil siga, at inntøkan frá
deyðadegnum verður skattað hjá eftirsitandi hjúnafelaganum, og møgulig
skattseting av búgvi og tí deyða eftir § 14 í skattalógini verður strikað.
17.5. BÚGVIÐ VERÐUR SKIFT
At skifta eitt deyðsbúgv kann fara fram alment ella privat. Í almennum skifti
er tað skiftirætturin, ella ein hjálpari (advokatur) hjá skiftirættinum, sum
stendur fyri skiftinum. Í privatum skiftum velja arvingarnir ein persón, sum
skal standa fyri skiftinum.
1...,249,250,251,252,253,254,255,256,257,258 260,261,262,263,264,265,266,267,268,269,...284
Powered by FlippingBook