255
255
Føroya. Er eftirlønarskipanin søgd upp í úrtíð, skal avgjaldið verða endur
rindað við tí partinum, sum er hægri enn 55% býtt í samsvari við tað ella tey
tíðarskeið, sum tann avgjaldskyldugi hevur havt fulla skattskyldu til Føroya.
Umrødda avgjald verður endurgoldið við fullari upphædd, um eftirlønar
eigarin innan 4 vikur eftir útgjaldingina nýtir hetta avgjaldið og ta útgoldnu
kapitalupphæddina sum innskot í eina samsvarandi eftirlønarskipan í
føroyskum tryggingarfelag, peningastovni ella eftirlønargrunni. Hetta
innskot gevur ikki rætt til frádrátt í uppgerðini viðvíkjandi skattskyldugu
inntøkuni.
Hevur eftirlønareigarin fulla skattskyldu til Danmarkar, tá ið avgjald skal
verða latið, skal avgjaldið verða býtt millum Føroyar og Danmark eftir tilskil
aðu ásetingunum niðanfyri. Hevur eftirlønareigarin fulla skattskyldu bæði til
Føroya og Danmarkar, tá ið avgjald skal verða latið, verður avgjaldið býtt
eftir tilskilaðu ásetingunum niðanfyri, um so er, at persónurin býr í Dan
mark eftir tvískattaavtaluni millum Danmark og Føroyar. Avgjaldið, sum
tillutast Danmark, fer í ríkiskassan.
Alt avgjaldið verður býtt í mun til tað ella tey tíðarskeið, sum eftirlønareig
arin hevur havt fulla skattskyldu til ávikavist Føroya ella Danmarkar. Hevur
eftirlønareigarin í einum tíðarskeiði havt fulla skattskyldu bæði til Føroya og
Danmarkar, verður hetta tíðarskeiðið, tá ið alt avgjaldið skal verða býtt eftir
tvískattaavtaluni millum Føroyar og Danmark, tillutað tí partinum í rík
inum, har eftirlønareigarin býr.
Hevur eftirlønareigarin í einum tíðarskeiði havt fulla skattskyldu hvørki til
Føroya ella Danmarkar, verður hetta tíðarskeiðið, tá ið alt avgjaldið skal verða
býtt, tillutað Føroyum.
16.3.6. Flytingar millum eftirlønarskipanir
Flyting úr eini skipan í eina aðra verandi ella nýggja
her í landinum
fyri sama
persón verður ikki viðgjørd sum útgjalding ella inngjalding, um so er, at
flytingin er:
• millum eftirlønarskipanir við jøvnum útgjaldingum,
• úr eini lutaeftirlønartrygging ella lutaeftirlønaruppsparing í eina eftir-
eftirlønarskipan við jøvnum útgjaldingum,