257
        
        
          257
        
        
          17. Skatting í sambandi við deyða
        
        
          Skattskyldan hjá einstaklingi fellur burtur frá tí degi, hann er deyður.
        
        
          Tað er skiftisviðgerðin fyri eitt búgv, sum ger av, hvørjar skattligar avleiðingar
        
        
          eitt andlát hevur við sær.
        
        
          Tá ið fólk doyr hava tey avvarðandi ella tey, sum eru hjástødd, skyldu at boða
        
        
          sýslumanni ella skiftirætti frá andlátinum. Skiftirætturin boðar skattavald
        
        
          inum frá andlátinum.
        
        
          Skiftirætturin kallar inn arvingarnar til fundar, har teir verða bidnir um at
        
        
          lata skiftirættinum allar upplýsingar um ognarviðurskifti o.a., sum hava
        
        
          týdning í sambandi við eina skiftisviðgerð fyri búgvið eftir hann/hana, sum
        
        
          doyði. Er eftirsitandi hjúnafelagi, kann hann verða sitandi við búnum óskift
        
        
          um. Tá verður skattliga einki búgv, og eftirsitandi hjúnafelagin verður settur
        
        
          í skatt av allari inntøku hjúnanna. Verður búgvið skift, kann skiftið fara fram
        
        
          alment ella privat. Arvingar, sum skifta privat, skulu velja ein persón, sum
        
        
          skal umboða teir mótvegis skattavaldinum. Í almennum skiftum er tað skifti
        
        
          rætturin ella ein hjálpari hjá skiftirættinum (ein advokatur), sum tekur sær av
        
        
          samskiftinum við skattamyndugleikarnar.
        
        
          Er ognin hjá tí deyða ikki hægri enn umleið 35.000 kr., verða ognirnar lagdar
        
        
          sum útlegg til gravarferðarútreiðslur sambært § 10 í skiftilógini, og búsvið
        
        
          gerðin endar sum meginregla við hesum útleggi.
        
        
          
            17.1. SKATTSKYLDAN HJÁ DEYÐSBÚGVI
          
        
        
          Tá ein persónur er deyður, ásetur § 11 í skattalógini, at skattskylda hansara
        
        
          fellur burtur deyðadagin. Samstundis kemur til sjóndar ein løgfrøðiligur
        
        
          persónur, sum nevnist eitt deyðsbúgv. Bara deyðsbúgv, sum verða tikin til
        
        
          skiftisviðgerðar, eru at meta sum skattasubjekt. Deyðsbúgv, sum verða tikin
        
        
          til skiftisviðgerðar í Føroyum, hava fulla skattskyldu eftir § 1, stk. 1, nr. 7 í
        
        
          skattalógini. Deyðsbúgv, sum verða tikin til skiftisviðgerðar uttanlands og
        
        
          eiga ognir í Føroyum, sum geva inntøku, hava avmarkaða skattskyldug til
        
        
          Føroya av hesum inntøkum, í tann mun tær eru nevndar í § 2 í skattalógini.