Føroyskur skattarættur - page 264

264
heldur skattskyldan hjá búnum eftir § 17, stk. 4 í skattalógini uppat, tá 15
mánaða freistin er útrunnin. Frá hesum tíðarbili og frameftir verða arvingar
og hjúnafelagin skattskyldugir í mun til sín part í búnum. Skattskylduga
inntøkan hjá slíkum búgvum fevnir um inntøkuna frá deyðadegnum til tann
dagin, tá 15 mánaða freistin gongur út.
Heldur tað privata skiftið fram, eftir at 15 mánaðir eru farnir frá andlátinum,
skal búgvið, áðrenn ein mánaður er liðin, lata inn uppgerð um støðuna hjá
búnum, tá 15 mánaða freistin var útrunnin. Eftir § 17, stk. 2 í skattalógini
skal í hesi uppgerð verða tilskilað um, ella hvørjar ognir eru latnar arving­
unum, hjúnafelaga ella legatarum, møguliga fleiri í felag, og hvørjar ognir, ið
enn eru til taks í búnum.
Eftir § 17, stk. 3 í skattalógini skal eisini fylgja við sjálvuppgáva viðvíkjandi
inntøkum hjá búnum frá andlátinum til seinast í 15 mánaða tíðarskeiðinum.
Í hesum førum skal búgvið eftir § 40, stk. 4 í skattalógini lata inn vanliga
sjálvuppgávu yvir inntøkur og útreiðslur í inntøkuárinum, soleiðis at fyrsta
inntøkuskeið tess verður tíðin frá deyðadegnum og til næsta 31. desember.
Inntøkuuppgerðin hjá búnum skal eisini í hesum føri fylgja somu reglum,
sum galda fyri skattskyldugar persónar.
Inntøka og tap av ognum, sum enn ikki eru latnar arvingunum seinast í 15
mánaða freistini, verður roknað við í inntøkuuppgerðina hjá búnum í sama
mun, sum um selt varð, tá freistin gekk út, fyri tær upphæddir, sum ásettar
eru í uppgerðini við 15 mánaða freistina. Eftir § 17, stk. 4 í skattalógini
skulu arvingar og hjúnafelagin hereftir nýta hesar upphæddir sum skattligt
útveganarvirði. Við hesum endar skattskyldan hjá búnum, og uttan mun til
um búsviðgerðin heldur fram, eru arvingarnir skattskyldugir av inntøkunum
hjá búnum, í tann mun teir eiga lut í tí.
17.12. BÚGV, SUM FARA FRÁ ALMENNARI TIL
PRIVATA SKIFTISVIÐGERÐ
Í § 19, stk. 5 í skattalógini er ásett, at eitt búgv, sum hevur verið undir al­
mennari skiftisviðgerð og verður latið til privata skiftisviðgerð, aftaná at 15
mánaðir eru lidnir frá andlátinum, verður viðgjørt eftir § 17, stk. 2 og 4 í
skattalógini, soleiðis at tann dagur, tá skiftið verður latið til privata skiftis­
viðgerð, kemur í staðin fyri tann dagin, tá 15 mánaða freistin er úti. Soleiðis
heldur skattskyldan hjá búnum uppat tann dagin, tá búgvið verður latið til
privata skiftisviðgerð, og frá hesum degi verða arvingar skattskyldugir í mun
til sín part í búnum.
1...,254,255,256,257,258,259,260,261,262,263 265,266,267,268,269,270,271,272,273,274,...284
Powered by FlippingBook