Føroyskur skattarættur - page 223

223
223
13. Transfer pricing og tunn kapitalisering
13.1. TRANSFER PRICING
Tá tvey feløg handla sínámillum, er vanliga væntandi, at slíkur handil fer
fram sambært vanligum marknaðartreytum. Væntandi er, at bæði feløgini
royna at fáa so góðan prís fyri sínar veitingar, sum møguligt er. Sigast kann tí,
at tey í slíkum handilsligum viðurskiftum hava mótgangandi áhugamál.
So hvørt samskiftið og samhandilin millum lond er vaksin (altjóðagerðin),
hava lógarsmiðirnir í ymsu londunum víst alt størri ans fyri spurninginum,
hvussu teir skulu halda seg til skattligu avleiðingarnar av, at samhandilin fer
fram millum feløg í einum samtaki (konsern), tí í slíkum førum er als ikki
vist, at feløgini hava mótgangandi áhugamál.
Slík støða kann t.d. vera, tá ið talan er um samhandil millum eitt móðurfelag
og dótturfelag, og móðurfelagið burturav ásetur ella kann áseta teytirnar fyri
samhandilin, ella tá t.d. talan er um samhandil millum tvey dótturfeløg, sum
móðurfelagið eigur (systurfeløg), tí tá kann móðurfelagið áseta treytirnar fyri
samhandlinum á ein slíkan hátt, at tær eru til fyrimuns fyri móðurfelagið.
Við samhandli av hesum slag millum feløg, sum eru bundin saman í einum
samtaki, ber til at flyta skattskyldugar inntøkur frá einum felag til eitt annað.
Hesin møguleiki vekur sjálvsagdan ans hjá skattamyndugleikunum, serliga tá
hugsað verður um samtøk, sum hava feløg liggjandi í ymiskum londum. Tí
tá ber til at flyta skattskyldugu inntøkuna í eitt felag, sum liggur í tí land­
inum, har minst skattur fer av henni. Hesi viðurskifti verða í altjóða skatta­
rætti stundum nevnd
Transfer pricing.
Í §§ 37a og 118a í skattalógini eru ásetingar um Transfer pricing ella arm´s
length prices (arms-longdar-meginregluna).
Eftir § 37a í skattalógini skulu einstaklingar og feløg, sum kunnu verða
roknað at hava samanfallandi áhugamál nýta teir prísir og tær treytir í handils­
ligu ella búskaparligu viðurskiftunum, sum høvdu verið nýttir, um talan var
um viðurskifti millum óheftar partar, tá teir gera upp skattskyldugu inntøk­
urnar.
Eftir § 118a í skattalógini skulu hesir somu einstaklingar og feløg á sjálv­
uppgávuni tilskilað slag og vavið á handilsligu ella fíggjarligu viðurskiftum
1...,213,214,215,216,217,218,219,220,221,222 224,225,226,227,228,229,230,231,232,233,...284
Powered by FlippingBook