Føroyskur skattarættur - page 212

212
krav
er tó ikki galdandi fyri
skattafría umskipan
, har tað einans verður sam­
sýnt við partabrøvum. Ístaðin verður holdingkravið fyri restina av 3-ára
tíðarskeiðinum flutt til móttiknu partabrøvini.
Hví hendan avmarking er sett inn í lógina, tykist ógreitt, tí eitt trý ára mark
finst ikki longur í føroyskari skattalóggávu viðvíkjandi avhending av parta­
peningi.
Móttakandi felagið skal í seinasta lagi samstundis, sum sjálvuppgávan verður
latin inn fyri tað inntøkuárið, tá ið ognirnar eru fluttar, lata upplýsingar inn
um, at felagið hevur luttikið í at flyta ognir skattafrítt millum feløg uttan
loyvi. Avhendar innskjótandi felagið partabrøv, áðrenn 3 ár eru liðin, skal
TAKS verða boðað frá hesum í seinasta lagi ein mánað eftir avhendingina.
1...,202,203,204,205,206,207,208,209,210,211 213,214,215,216,217,218,219,220,221,222,...284
Powered by FlippingBook