Føroyskur skattarættur - page 197

197
9. Skattafrí kloyving og samanlegging
Hóast eitt vinnuligt virksemi er byrjað, ella við umskipan er flutt yvir í eitt
vinnufelag, kunnu umstøðurnar gera tað, at tørvur er á at kloyva ella at leggja
eitt slíkt felag saman við øðrum felag ella feløgum.
9. 1. SAMANLEGGING
Eftir vinnufelagslógini ber til at avhenda alla ogn og skuld hjá einum felag til
eitt annað felag uttan samstundis at skula avtaka innskjótandi felagið eftir
ásetingunum um avtøku. Í hesum føri verður tað innskjótandi felagið roknað
sum upployst. Tað móttakandi felagið heldur fram sum nýggjur eigari
viðvíkjandi avhendari ogn og skuld. Eisini ber til at leggja saman eitt ella
fleiri feløg í eitt nýtt felag.
Ein samanleggin kann vera vatnrøtt ella loddrøtt. Sí myndirnar niðanfyri:
Avhending (vatnrøtt samanlegging)
Samanrenning (vatnrøtt samanlegging)
Fyri
Eftir
1)
Felagið verður avtikið
A
B
0
1)
0
1)
AB
A
B
AB
0
1)
Fyri
Eftir
1)
Felagið verður avtikið
1...,187,188,189,190,191,192,193,194,195,196 198,199,200,201,202,203,204,205,206,207,...284
Powered by FlippingBook