190
At stovna sjálvt felagið við skiftisinnskoti hevur vanliga heldur ongar skatt
ligar avleiðingar við sær fyri felagið, men hevur hinvegin oftast við sær skatt
legging fyri innskjótaran, uttan tá ið talan er um eina skattafría avhending/
umskipan eftir umskipanarlógini, sí niðanfyri.
Tá eitt persónliga rikið virki verður umskipað til eitt vinnufelag, verður virkið
avhent
til vinnufelagið.
Eftir § 21, stk. 4 í skattalógini kann slík avhending verða gjørd við
annaðhvørt
at avhenda virkið til vinnufelagið fyri
handilsvirðið
ella
við at avhenda virkið
skattafrítt
eftir umskipanarlógini.
8.2. SKATTSKYLDUG UMSKIPAN EFTIR
SKATTALÓGINI
Meginreglan í skattalóggávuni er, at partafeløg og smápartafeløg skulu yvir-
taka ognir frá verandi virki til handilsvirðið. Hetta er ásett í § 21, stk. 4, 1.
pkt. í skattalógini og samsvarar væl við aðrar ásetingar í skattalóggávuni, tá
tað snýr seg um at avhenda vinnutól. Hetta sæst t.d. í §§ 31 og 31a í avskriv
ingarlógini viðvíkjandi áseting á avhendingarvirði á ymiskum vinnutólum.
Tá eigari flytur slíkar ognir yvir í eitt partafelag, fer eitt ognarskifti fram, har
ognarrætturin gongur yvir frá eigaranum til felagið. Flytingin skal tí verða
javnsett við sølu, har eigarin selur og felagið keypir ognir. Avhendingin hevur
fyri eigaran við sær somu skattligu viðgerð, sum hevði farið fram, um hann
seldi triðjamanni ognirnar. Hetta kann t.d. verða staðfesting av einari negativ
ari saldo við avhending av rakstrargøgnum, sum skal verða inntøkuførd,
staðfestur vinningur og afturvunnar avskrivingar tá vinnubygningur verður
avhendur, sølupeningur fyri goodwill
68
o.s.fr.
Fyri felagið hevur avhending við sær, at tað skattliga verður mett at hava
keypt ogn og skuld til handilsvirðið. Felagið skal tí bóka ognirnar til handils
virðið, sum hereftir verður grundarlagið undir skattligum avskrivingum hjá
felagnum. Av hesum sæst, at um handilsvirðið er hægri enn tað skattliga
bókaða virðið var hjá seljaranum, kann seljarin koma út fyri at rinda skatt í
sambandi við yvirflytingina, meðan felagið fær eitt hægri grundarlag at gera
skattligar avskrivingar av og við hesum møguleika fyri at minka (útseta)
skattskyldugu inntøkurnar eina tíð.
68 Spurningurin um áseting viðvíkjandi sølupeningi fyri goodwill og býti av sølupeninginum millum teir
ymisku ognarlutirnar, sum verða fluttir yvir í vinnufelagið, tá talan er um samanfallandi áhugamál
millum seljara og keypara, er umrøddur og viðgjørdur í t.d.
landsskattanevndarmáli j. nr. 17/1987
.