Føroyskur skattarættur - page 185

185
Í § 16 er ásett, at føroyskir peningastovnar og postgiro skulu halda aftur
skatt, 35% (hækkað til 39% í 2010, 38% í 2011, 37% í 2012, 36% í 2013,
síðan aftur 35% í 2014 og eftirfylgjandi ár) av tilskrivaðum rentum, sum teir
veita einstaklingum og deyðsbúgvum av innistandandi í
føroyskum
peninga-
tovnum. Peningastovnurin skal vegna kontuhavaran rinda TAKS skattin í
seinasta lagi tann 15. í mánaðinum aftaná rentutilskrivingina.
7.3.8. Sjálvuppgáva
Hin skattskyldugi eftir kapitalvinningsskattalógini hevur skyldu at geva upp
skattskyldugu inntøkuna eftir § 14 á oyðublaði, sumTAKS letur gera. Oyðu-
blaðið skal verða latið TAKS, samstundis sum sjálvuppgávan eigur at verða
latin inn eftir skattalógini. Einstaklingar og løgfrøðiligir persónar, sum hava
fingið forprentað oyðublað, skulu tó ikki lata inn oyðublaðið, um so er, at
forprentaðu upplýsingarnar eru rættar og fullfíggjaðar.
Hin skattskyldugi hevur skyldu at rinda álíknaða skattin eftir kapitalvinnings­
skattalógini, sum fellur til gjaldingar tann 1. í mánaðinum eftir tað, at
uppgerð er skrivað út. Gjaldfreist er til 20. í mánaðinum.
7.3.9. Rentur fyri ov seint goldnan skatt
Eru skatturin, sum nevndur er frammanfyri, ikki goldin, tá freistirnar eru
úti, skulu 0,7% verða roknað í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá
gjaldkomudegnum at rokna. Sama er fyri skuldskrivaða rentu, sum ikki kann
verða drigin frá í uppgerðini viðvíkjandi skattskyldugu inntøkuni.
7.3.10. Skattur goldin í øðrum landi
Er eingin tvískattasáttmáli í gildi, og skattur tí er
goldin
øðrum landi av inn-
tøku haðan, annaðhvørt skatturin er beinleiðis álíknaður ella hildin aftur, kann
hann verða drigin frá í tí skatti, sum latin skal verða í Føroyum av hesi inntøku.
Avtøkan er eftir kredittháttinum, sum merkir, at frádrigin kann ikki verða
meira enn tann skattur, sum lutfalsliga fellur á ta inntøkuna skattað í øðrum
landi, og sum eisini er skattað í Føroyum. Frádrátturin kann tó ikki verða
hægri enn tann skattur, sum
er goldin
í hinum landinum.
7.3.11. Kæra
Avgerðir, sum TAKS hevur tikið eftir kapitalvinningsskattalógini, kunnu
verða kærdar til Skatta- og avgjaldskærunevndina innan 4 vikur frá tí degi,
skattgjaldarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Kærumannagongdin eftir kapitalvinningsskattalógini fylgir so statt ikki
mannagongdini í skattalógini, har skipanin er, at kært skal verða til komm
1...,175,176,177,178,179,180,181,182,183,184 186,187,188,189,190,191,192,193,194,195,...284
Powered by FlippingBook