180
Stjúkbørn og fosturbørn eru javnsett við ættarbond, sjálvt um tey formliga ikki
eru í ætt við avhendaran. Grundgevingin er, at í Føroyum hevur tað altíð verið
siðvenja, at familjur hava fostrað børn, sjálvt um eingi natúrlig ættarbond hava
verið. Hesi børn hava bæði av familjuni og av sær sjálvum verið mett sum
natúrligur partur av familjuni, sjálvt um tey formligu viðurskiftini ikki hava
verið í lagi. Avhendarin skal í hesum førum í roynd og veru hava fostrað barnið
sum sítt egna, og barnið skal hava mett avhendaran sum foreldur.
Onnur treytin er, at avhendarin skal vera høvuðsparteigari. Avhendarin er
høvuðsparteigari, um hann eigur 25% ella meira av partapeninginum, ella
ræður yvir meira enn 50% av atkvøðuvirðinum. Í hesum sambandi verður
ikki hugsað um felagsins egnu partabrøv.
Hóast avhendarin ikki sjálvur lýkur treytirnar omanfyri viðvíkjandi ásettu
25% / 50%, kann hann kortini verða mettur sum høvuðsparteigari. Hetta
kemst av, at partabrøv hjá nærstandandi hjá avhendaranum eisini verða rokn
að uppí. Herumframt verða partabrøv tald við, sum eru ogn hjá feløgum,
grunnum o.ø. har framanfyri nevndi, millum annað av ognhaldi, viðtøkum,
avtalu ella felags leiðslu, hevur avgerandi ávirkan. Tó vera umbýtilig lánsbrøv
ikki roknað uppí.
Triðja treytin fyri successjón í livandi lívi er, at hvør avhendan viðvíkjandi
partabrøvum er í minsta lagi 10% av atkvøðuvirðinum. Er talan t.d. um eini
hjún, sum hvørt í sínum lagi avhendir partabrøv til børnini, skal hvør av
hendan vera í minsta lagi 10% av atkvøðuvirðinum. Ikki er møguligt at
leggja virðini saman.
Skattligu fylgjurnar av successjón í livandi lívi eru, at vinningur og tap ikki
verða skattað hjá avhendaranum. Útvegarin kemur skattliga í avhendarans
stað, tá ið virðisbrøvini verða avhend. Tá vinningur ella tap hjá útvegaranum
við avhendan skulu verða gjørd upp, verða virðisbrøvini roknað sum útvegað
fyri ta útveganarupphædd, avhendarin fekk tey fyri.
Hevur útvegarin hall, sum stavar frá tíðini framman undan successjónini,
kann útvegarin eftir § 13, stk. 8 ikki draga hetta hallið frá í vinningi, hann
fær fyri at selja virðisbrøv, sum hann hevur yvirtikið á henda hátt. Ásetingin
er gjørd fyri at fyribyrgja spekulasjón. Sum dømi kann verða nevndur høvuðs-
parteigari, sum við vinningi ætlar at selja virðisbrøv, sum útloysir skatt. Í
staðin fyri at selja virðisbrøvini sjálvur, kunnu virðisbrøvini latast einum
móttakara, ið hevur ónýtt hall. Hann selur síðan virðisbrøvini og mótroknar
hallið í staðfestum vinningi. Sølupeningurin kann síðan verða givin latar