173
Onnur aktiv koma ikki undir hesa áseting, sum fevnir bæði um keypara og
seljara.
Fyri at talan kann vera um keypsrættindi ella sølurættindi, skal ein avtala
vera. Rein tilboð, sum ikki eru góðtikin, koma ikki undir lógina. Tað er ikki
formkrav, at avtalur skulu vera skrivligar.
Vanligir framíhjákeypsrættir, sum einans geva eigaranum rættin at fáa boðið
eina ogn fyrst til marknaðarprís, koma ikki undir § 1, nr. 4.
Rættindini undir hesum punkti verða eisini nevnd optiónir, keypsoptiónir
(call-options) og søluoptiónir (put-options).
7.3.2.3.1. Avhending
Bæði vinningur og tap av keypsrættindum og sølurættindum, sum eru undir
§ 1, nr. 4, skulu verða roknað við í skattskyldugu inntøkuna hjá øllum
persónum o.ø., ið eru undir lógini, hvat so endamálið er við gjørdu avtaluni.
Talan er tískil um at slík aktiv verða skattað symmetriskt.
Vinningurin ella tapið verður gjørt upp tað árið, tað er ásannað (realisasjóns-
prinsippið).
Skattskyldugi vinningurin og frádráttarbæra tapið verða gjørd upp óheft av
uppgerðini viðvíkjandi undirliggjandi aktivunum, sum t.d. kunnu vera
partabrøv, fíggjarlig krøv o. a.
Avtalur um keypsrættindi og sølurættindi, sum verða nýtt sum fíggjaramboð
(finansielle instrumenter), kunnu verða framdar við tað, at tað undirliggjandi
aktivið verður latið ella við munaravrokning (differenceafregning). Talan er
um munaravrokning, tá keypari og seljari avrokna kontant munin ímillum
avrádda prísin og marknaðarprísin, tá avtalan gongur út, í staðin fyri at lata
undirliggjandi aktivið.
Útreiðslur í sambandi við handil við keypsrættindum og sølurættindum, t.d.
avgjøld og kurtaga skulu verða roknað við í útveganarpeningin ávikavist
sølupeningin.
Tekningarrættindi til virðisbrøv undir § 1, nr. 1, kunnu sigast at vera ein
keypsrættur, men hesi rættindi skulu, sum áður nevnt, ikki verða viðgjørd
eftir ásetingunum í hesum punkti. Tekningarrættindi verða í staðin viðgjørd
eftir ásetingunum um virðisbrøv undir § 1, nr. 1.