192
teimum reglum, ið galda fyri tílík keyp. Hevur eigarin í sambandi við
uppgerðina viðvíkjandi skattskyldugu inntøku sínari tíðarfest allar rentuinn-
tøkur og rentútreiðslur, skal skattskylduga inntøka felagsins verða uppgjørd á
sama hátt. Endaliga er ásett, at vinningur ella tap av at selja ella innloysa vi-
rðisbrøv, ið felagið tekur við eftir eigaran í sambandi við umskipanina, skal
verða viðgjørd eftir somu ásetingum, sum høvdu verið nýttar, um vinning
urin ella tapið var realiserað hjá eigaranum.
Eftir § 8 kann
hall
sambært fíggjarstøðuni fyri seinasta roknskaparár hjá eig
aranum
tó ikki verða drigið frá
í uppgerðini viðvíkjandi skattskyldugu inn-
tøkuni hjá felagnum.
Eigarin verður skattaður av realiseraðum vinningi, undir hesum eisini av
møguligari stovnaraáogn, um ella tá hann avhendir partabrøvini/innskots
peningin.
Áðrenn eigarin tekur avgerð um, á hvønn hátt umskipanin skal verða framd,
er umráðandi, at hann gjølla hugsar um, um fyrimunur er at umskipa skatt
skyldugt eftir skattalógini við teirri avleiðing, at hann verður skattlagdur av
realiseraðum vinningi og hægri útveganarvirði/avskrivingargrundarlag hjá
felagnum, ella skattafrítt eftir umskipanarlógini.
Hesar
treytir
skulu verða uppfyltar fyri at brúka umskipanarlógina:
1. Virki skal verða avhent til eitt
ný
stovnað
69
partafelag ella smápartafelag,
sum skal verða skrásett í Føroyum. Hetta er ásett í § 21, stk. 4, 2. pkt. í
skattalógini. Ein umskipan eftir umskipanarlógini hevur tí altíð við sær,
at eigarin skal stovna eitt nýtt partafelag ella smápartafelag, sum skal
verða skrásett í Føroyum.
Tá ásett er, at virki skal verða avhent, merkir tað, at ein so stórur partur
av ognunum hjá eigaranum, verða avhendir, at til ber at halda fram við
virkseminum, sum higartil. Hinvegin ber t.d. til at lata ein virkisbygning
standa eftir sum persónlig ogn hjá eigaranum, um tað ikki nervar
virksemið, eitt nú, tí leiguavtala er gjørd millum felagið og eigaran um
framhaldandi at brúka bygningin.
2. Eigarin skal hava fulla skattskyldu til Føroya.
3. Minst 75% av samsýningini (avhendingarupphæddini) fyri virkið skulu
69 Hetta hevur
landsskattakærunevndin staðfest í avgerð frá 07.12.1999 (j. nr. 98S02-007)
.