47
uppihalda sær í Føroyum og so flyta burtur aftur, mælti skattavaldið til onga broyting
at gera.
Landsskattanevndin
tók undir við tilmælinum hjá skattavaldinum og samtykti at stað
festa álíkningina
.
4.1.1.6. Við føroyskum skipi (§ 1, stk. 1, nr. 5)
Vert er at geva sær far um, at treytin er, at persónurin hevði fulla skattskyldu
til Føroya, tá hann fór umborð á føroyska skipið. Einki krav er um, at persón
urin skal vera føroyingur (danskur ríkisborgari við føroyskum heimarætti).
Tað verður heldur ikki kravt, at persónurin skal vera ein partur av manning
ini við skipinum, ella at hann t.d. skal vera mynstraður. Eftir orðingini í lóg
ini er nóg mikið, at persónurin heldur til umborð á einum føroyskum skipi
(skip, sum er skrásett í Føroyum).
Fulla skattskyldan kann eftir hesi áseting falla burtur frá tí degi, persónurin
við sýndum skjølum kann sanna at vera búsitandi uttanlands og at vera settur
í inntøkuskatt har eftir reglum, ið galda fyri búsett har.
Hevur persónurin ikki fulla skattskyldu, tá hann fór umborð á føroyska skip
ið, ásetur § 2, stk. 1, litra j) í skattalógini, at hann fær avmarkaða skattskyldu
til Føroya av hýruni, hann vinnur umborð á føroyska skipinum. Um hetta er
gjøllari greitt frá seinni undir partinum um avmarkaða skattskyldu. Núver
andi ásetingarnar um fullu og avmarkaðu skattskylduna hjá manning um-
borð á føroyskum skipum vórðu settar í gildi, samstundis sum FAS-skipan
in
14
kom í gildi. Hvørjar hesar søguligu broytingar vóru, og hvørja ávirkan
tær hava fingið fyri skattskylduna hjá persónum við føroyskum skipum er
umrøtt í
avgerð nr. 65/1994 hjá Landsskattanevndini
, har viðgjørd varð kæra frá advokati,
sum fyri partafelag kærdi um skattsetingina til manning við føroyskum skipi.
Í kæruni verður m. a. greitt frá, at høvuðspartaeigarin í 1988 keypti tangaskip, ið eitt
føroyskt partafelag átti. Høvuðspartaeigarin keypti felagið, sum skifti navn, og skipið
fekk annað navn. Føroyingar og útlendingar hava siglt við skipinum.
Advokaturin segði, at teir útlendingar, ið hava siglt við skipinum øll árini, høvdu
skattliga verið viðgjørdir hjá reiðarínum sambært § 1, stk. 1, nr. 6) í skattalógini, ið
14 FAS er stytting av Føroyska Altjóða Skipaskráin, ið er ein serlig skipaskrá, sum gevur reiðaranum rætt
til at fáa afturbornan ein part av útgoldnu hýrunum.