Føroyskur skattarættur - page 37

37
umsókn um uppihaldsloyvi. Slík stig stovna í sjálvum sær ikki tilhald, men
kunnu saman við øðrum stigum vísa, at einstaklingurin hevur skattligan
heimstað í Føroyum. Hinvegin kunnu aðrar umstøður sum t.d. búseting í
Føroyum saman við hjúnafelaga og børnum í sambandi við flyting til Føroya
ella tað at útinna vinnuligt virksemi í Føroyum tala meira sannførandi fyri, at
einstaklingurin hevur tilhald og tí skattligan heimstað í Føroyum.
Ein samanbering við ásetingina í nr. 4) niðanfyri, kann hjálpa til at vísa,
hvussu hugtøkini bústaður og tilhald í Føroyum eftir nr. 1) í sambandi við
flyting til Føroya skulu skiljast, tí eftir ásetingini í nr. 4), mótsetningsvís, ber
til at hava tilhald (dvølja) í Føroyum í 179 dagar eitt 12 mánaða skeið uttan
at koma undir fulla skattskyldu til Føroya. Fortreytin er tá, at einstaklingurin
ikki býr (hevur bústað og við hesum tilhald) í Føroyum. Ásetingin í nr. 4)
kann tí eisini verða brúkt sum vegleiðing at gera av, hvussu einstaklingur
kann leggja til rættis sítt tilknýtið til Føroya, so hann ikki kemur undir fulla
skattskyldu til Føroya eftir nr. 1).
Niðanfyri eru endurgivnar tvær avgerðir hjá Landsskattanevndini/Lands­
skattakærunevndini viðvíkjandi persónbundnu skattskylduni í sambandi við
flyting til Føroya:
Í
máli nr. 39/1989 hjá Landsskattanevndini
var til viðgerðar kæra frá einum út­
lendskum skattgjaldara, sum hevði fingið arbeiði í Føroyum, eftir tað at hann saman
við húskinum var fluttur til Føroya tann 05.05.1984. Húskið hevði leigað sær íbúð í
Føroyum, meðan bústaður teirra uttanlands var útleigaður við 3 mánaða uppsagn­
arfreist. Hjúnafelagin flutti úr Føroyum aftur 20.09.1984, og skattgjaldarin sjálvur
flutti úr Føroyum 15.10.1984. Hann hevði so statt verið í Føroyum í til samans 163
dagar. Líkningarvaldið metti hann at hava avmarkaða skattskyldu til Føroya í hesum
tíðarskeiði samsvarandi tí sjónarmiði, at hann ikki hevði havt ætlanir um at verða
verandi í Føroyum, at dvølurin í Føroyum var styttri enn 180 dagar, og at dvølurin
tí bara var at meta sum fyribils dvølur, tí skattgjaldarin hevði ætlað sær av landinum
aftur í sambandi við, at konan skuldi føða barn í desember. Skattgjaldarin hevði
gjørt avtalu við arbeiðsgevaran í Føroyum, at hann – um tað gjørdist neyðugt –
kundi fara út starvinum, nakað áðrenn konan skuldi eiga.
Kravið hjá skattgjaldaranum var, at hann hevði stovnað fulla skattskyldu til Føroya,
tá hann flutti til Føroya. Landsskattanevndin metti tó, at hann hevði ikki fulla skatt­
skyldu eftir § 1, stk. 1, nr. 1 í skattalógini, tí hann hevði ikki havt ætlanir um at
verða verandi í Føroyum í longri tíð, og at hann heldur ikki kom undir fulla skatt­
skyldu eftir § 1, stk. 1, nr. 4 í skattalógini, av tí at dvølurin var styttri enn 180 dagar.
1...,27,28,29,30,31,32,33,34,35,36 38,39,40,41,42,43,44,45,46,47,...284
Powered by FlippingBook