35
4. Persónbundna skattskyldan
Persónbundna skattskyldan snýr seg um reglurnar, sum áseta,
hvør
hevur
skyldu at rinda skatt, og
nær
skattskyldan stendur við. Fæbundna skattskyld
an, sum snýr seg um tær reglur, sum áseta, hvussu tann skattskylduga inn-
tøkan verður uppgjørd, innkravd o.s.fr., verður umrødd seinni.
Persónbundna skattskyldan kann vera full ella avmarkað. Undir fulla skatt
skyldu koma allar inntøkur, um tær hava uppruna í Føroyum ella ikki. Av
markað skattskylda fevnir einans um ávísar inntøkur í Føroyum. Full skatt
skylda treytar, at ávíst
persónligt
tilknýtið er til landið, og avmarkað skattskylda
treytar, at ávíst
fíggjarligt
tilknýtið er til landið.
Fyri at koma undir skattskyldu er neyðugt, at viðkomandi einstaklingur ella
løgfrøðiligi persónur hevur skattarættarlig evni og er sjálvstøðugt skatta
subjekt. At kalla allir einstaklingar hava skattarættarlig evni. Undantikin eru
tó kongur og drotning og nakrir ættarmenn kongs. o.o
10
. Flestir felagsskapir,
sum reka vinnu, hava skattskyldu. Men eitt nú íognarfeløg og samútgerðar
feløg (partsreiðarí) hava ikki skattskyldu, tí luttakararnir í slíkum felagsskap
um skatta av úrsliti felagsins hvør í sínum lag, samsvarandi teirra luttøku.
Landskassi og almennir stovnar eru t.d. eisini undantiknir skattskyldu. Sigast
kann, at nevndu einstaklingar og løgfrøðiligu persónar hava ikki skattarætt
arlig evni.
Eftir §§ 3 og 29a í skattalógini er møguleiki fyri at søkja Toll- og Skattaráð
Føroya um ávikavíst skattafrælsi og skattafrítøku. Hesir møguleikar verða
gjøllari umrøddir seinni.
Til ber hjá ávísum vinnufeløgum at biðja um loyvi at verða samskattað. Í
slíkum førum er tað einstaka felagið, sum er við í samskattingini, ikki sjálv
støðugt skattasubjekt, men harafturímóti felagsskapurin við samskattaðu
feløgunum. Fyrr var galdandi skattarættur, at hjún vóru samskattað, og vóru
tey tí bara eitt skattasubjekt afturímóti núgaldandi reglu um, at maður og
kona eru hvørt sítt sjálvstøðuga skattasubjekt.
Full skattskylda kann so statt hava við sær, at eisini inntøka, sum er vunnin
uttanlands, skal verða tikin við í uppgerðina viðvíkjandi skattskyldugu inn
tøkuni í Føroyum. Hugtakið útlond fevnir í skattligum høpi eisini um Dan-
10 Sí nærri í § 3, stk. 1 í skattalógini.