Føroyskur skattarættur - page 25

25
25
samskatta alt húskið. Soleiðis vórðu foreldur og børn samskattað, og hjúna­
felagar sínámillum vórðu samskattað. Hetta varð fyrst broytt soleiðis, at sam­
skattingin millum foreldur og børn varð avtikin; og við gildi frá 1. januar
1998 varð eisini givist at samskatta hjún sínámillum.
Síðan 1. januar 1998 hevur tað verið møguligt hjá partafeløgum og lutafeløg­
um – ið eru móður/dótturfeløg og treytað av, tey lúka ávísar aðrar treytir – at
søkja Toll- og Skattaráðið um loyvi at verða samskattað
6
.
2.5. ALTJÓÐAINNTØKUMEGINREGLAN
§ 25 í skattalógini ásetir:
„Fyri skattskylduga inntøku verður … roknað alt tað, sum hin skattskyldugi
í inntøkuárinum hevur lagt inn í peningi ella peningsvirði, hetta
uttan mun
til um inntøkan stavar úr Føroyum ella ikki … “
Við hesum er sagt, at føroyskur skattarættur byggir á altjóðainntøkumegin­
regluna. Tað merkir, at inntøkan (sum er undir fullari skattskyldu) er øll inn­
tøkan, hvar hon so er vunnin. Ein beinleiðis avleiðing av hesum er, at al­
tjóðainntøkumeginreglan eisini fevnir um frádráttir, sum hildnir eru fyri at
vinna, tryggja og halda inntøkurnar við. Rakstrartap uttanlands kann tí verða
drigið frá innlendisinntøkum og øvugt.
Inntøkur uttanlands verða skattlagdar á sama hátt sum innlendisinntøkur, og
skattskylduga inntøkan av útlendskum inntøkum verður eisini gjørd upp
sambært skattareglunum, sum galda í Føroyum.
Altjóðainntøkumeginreglan kann hava við sær, at einstaklingur ella løgfrøði­
ligur persónur við fullari skattskyldug til Føroya kann verða kravdur eftir
skatti av somu inntøku bæði í Føroyum og øðrum landi. Í slíkum førum
loyvir skattalógin (§ 154) frádrátt í tí inntøkuskatti, sum latin skal verða í
Føroyum av hesari inntøku. Hesin frádráttur kann tó ikki verða meiri enn
tann skattur, sum lutfalsliga fellur á skattaðu inntøku í øðrum landi og sum
eisini er skattað í Føroyum. Frádrátturin er harafturat avmarkaður til í mesta
lagi ájavnt við tann skatt, sum er goldin í øðrum landi.
Sleppast kann eisini undan tvískatti, um so er, at gjørdur er sáttmáli millum
Føroyar og avvarðandi land um at sleppa undan tvískatti av somu inntøkum.
Føroyar hava slíkar sáttmálar við t.d. norðurlond og Grønland.
6 Heimildin er í § 9 í ásetingarlógini.
1...,15,16,17,18,19,20,21,22,23,24 26,27,28,29,30,31,32,33,34,35,...284
Powered by FlippingBook