19
skrivast skattliga, og á hvønn hátt hetta ber til, eins og hon t.d. ásetur, hvussu
vinningur ella tap ávirkar uppgerðina viðvíkjandi skattskyldugu inntøkuni,
tá ið avskrivingarbærar ognir verða avhendar.
Lógin um toll- og skattafyrisiting ásetur, hvussu skattareglurnar skulu verða
umsitnar og hvør tekur sær av umsitingini.
Aftur at nevndu lógum frammanfyri eru aðrar lógir um serøki, eitt nú
kapitalvinningsskattalógin, rentutryggingarlógin, skattafrítt at leggja saman
feløg og umskipanarlógin (umskipa persónliga rikið virki til partafelag). En-
daliga er kolvetnisskattalógin, sum ásetur serreglur um uppgerð viðvíkjandi
inntøkum frá kolvetnisvinnu á føroyskum øki og kolvetnis
skattafyrisitingarlógin, sum ásetur reglur um umsiting, uppkrevjing o.a.
viðvíkjandi skatti, sum stavar frá inntøkum av kolvetnisvirksemi á føroyskum
øki.
1.2. KUNNGERÐIR OG ONNUR FYRIMÆLI
Skattalóggávan verður ofta útgreinað við kunngerðum. Og lógirnar og kunn
gerðirnar verða ofta gjølla útgreinaðar (tulkaðar) við rundskrivum og vegleið
ingarskrivum frá skattavaldinum. Borgarar og virki eru beinleiðis bundin av
tí, sum er ásett í lógum og kunngerðum. Borgarar og virki hava ikki skyldu at
fylgja teimum boðum, sum standa í rundskrivum og vegleiðingarskrivum
(øðrum fyrimæli), tí tey eru sokallað tænastuboð frá hægri til lægri
myndugleika(r). Harafturímóti er dómsvenja fyri, at skattavaldið kann ikki
taka aftur rættindi, sum borgarar ella virkir hava fingið, tí tey í sínum atburði
hava hildið seg til tað, sum slík fyrimæli geva teimum. Slík rættindi kunnu so
statt gerast bindandi fyri ein skattamyndugleika
1
.
1.3. KÆRUNEVNDIR
Skatta- og avgjaldskærunevndin viðger og tekur støðu til kærur um skatta
álíkningar. Talan er um avgerðir hjá teimum 7 kommunalu skattakærunevnd
unum, sum eru skotnar inn fyri Skatta- og avgjaldskærunevndina
2
. Skatta-
1 Eitt dømi um hetta er avgerð hjá
Skatta- og avgjaldskærunevndini frá 29. oktober 2003 (j. nr. 03-02-
23-4)
, har ein skattgjaldari fekk viðhald í, at hann hevði rætt til at draga frá hall av at leiga út íbúð í
Danmark fyri árini 2000 og 2001. Hesi rættindi vóru heimilað í einum rundskrivi hjá Toll- og Skattstov
uni frá 15. februar 1996. Nevndu rættindi vórðu sett úr aftur gildi við rundskrivi frá september 2003.
2 Tá talan er um toll, mvg og onnur avgjøld, kann Skatta- og avgjaldskærunevndin eisini taka til kæru-
viðgerðar tær avgerðir, TAKS ella Toll- og Skattaráð Føroya hava tikið.