Føroyskur skattarættur - page 15

15
15
Formæli
Henda bókin um føroyskan skattarætt er fyrst og fremst úrslitið av undir­
vísing á merkonomskeiðum, sum eg við millumbilum havi staðið fyri á
Føroya Handilsskúla síðan miðskeiðis í áttatiárunum. Øll hesi árini hevur
verið saknur í einari bók um føroyskan inntøkuskatt. Av hesi orsøk hevur tað
verið neyðugt sjálvur at gera frálærutilfar, sum í ávísan mun er vorðið
grundarlagið undir bókini.
Umframt at hava givið frálæru í hesum evni, havi eg í mínum dagliga starvi
sum advokatur brúkt ein stóran part av arbeiðsorkuni at veita einstaklingum,
stovnum og virkjum úti og heima ráðgeving um føroyskan inntøkuskatt.
Arbeiðið at skriva bókina byrjaði av álvara fyri um leið fimm árum síðan, tá
ið samtakið av loyvishavarum at leita eftir kolvetni á føroyskum havleiðum
undir heitinum The Faroes Partnership við Amerada Hess á odda veitti mær
stórfingna peningaupphædd, sum gjørdi tað møguligt at leggja annað arbeiði
til viks í neyðugan mun. Fyri henda stuðul, sum hevur verið ein fortreyt fyri
at skriva bókina, takki eg hjartaliga.
Eg takki Føroya Skúlabókagrunni fyri at hava staðið fyri útgávuni.
Bókin viðger øll evni um føroyskan inntøkuskatt á einum almennum stigi
eftir lóggávu og rættarvenju, sum var galdandi 1. januar í 2009. Mín vón er,
at bókin kann nøkta tann tørv, sum hevur verið á einari bók um føroyskan
skattarætt, og at hon fer at verða brúkt sum lærubók. Vónin er, at hon eisini
kann vera nyttug handbók hjá grannskoðarum og advokatum, eins og hjá
øllum teimum, sum arbeiða við skattafakligum evnum í t.d. peninga­
stovnum, tryggingarfeløgum og hjá skattavaldinum.
Tórshavn, 8. januar 2010
Eyðfinnur Jacobsen
1...,5,6,7,8,9,10,11,12,13,14 16,17,18,19,20,21,22,23,24,25,...284
Powered by FlippingBook