20
og avgjaldskærunevndin og kommunalu skattakærunevndirnar kunnu taka
eina álíkning upp til viðgerðar í síni heild, eisini evni, sum ikki eru kærd. Tí
ber til at nevna kærunevndirnar fyrisitingarmyndugleikar, heldur enn dóm
stólar. Mannagongdin ella venjan hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini hevur
kortini stóran týdning sum kelda, tí avgerðir hennara eru galdandi skattarætt
ur til dómsvaldið møguliga broytir tær ella annað verður ásett við lóg. Allar
avgerðirnar hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini verða almannakunngjørdar
á internetinum so hvørt, tær verða tiknar.
1.4. DÓMSVALDIÐ (RÆTTARVENJA)
Ósemjur í skattamálum, sum verða skotnar inn fyri dómsvaldið til avgerðar,
skulu í Føroyum byrja í Føroya rætti
3
. Vert er at geva sær far um, at Hægsti-
rættur hevur í fleiri førum seinnu árini sett til síðis venjur ella mannagongdir,
sum danska skattavaldið hevur brúkt í drúgva tíð, tí tær ikki hava havt nóg
greiðar lógarheimildir
4
.
1.5. AT TULKA RÆTTARKELDUR
Tað er vanlig løgfrøðilig fatan, at tá ið dómsvaldið skal taka avgerð í einum
rættarmáli, stendur tað dómsvaldinum frítt fyri, hvussu tað vigar tey prógv,
sum verða løgd fram í málinum. Hetta er eisini galdandi fyri skattamál. Sum
áður nevnt, seta bæði tað at tulka grundlógina og áseting í stýrisskipanarlóg
ini mørk fyri møguleikanum fyri at áleggja og uppkrevja skattir. Tað ber tí til
at siga, at lógin stendur oman fyri allar aðrar rættarkeldur. Hetta kemur t.d.
3 Í Danmark byrja slík skattamál í Landsrættinum, og tí er Hægstirættur har 2. rættarstig í skattamálum.
Síðan 1. januar í 2007 byrja skattamál í Danmark eisini í býarrættinum.
4 Hetta sæst t.d. av fráboðan, sum skattamálaráðið í Danmark læt frá sær 9. januar 1998, og sum er
endurgivin í
TfS1998, nr.137
. Kravið til skattafyrisitingina um at útinna starv sítt sambært grund
regluna um lógásetta fyrisiting (løgræði) hevur Jacob Graff Nielsen umrøtt í áhugaverdari bók við
heitinum Legalitetskravet ved beskatning, de forfatnings- og forvaltningsretlige rammer, Forlaget
Thomsen A/S, København 2003. Í fyrra flaggdagsálitinum hjá Grundlógarnevndini, latið flaggdagin
2004, verður skotið upp, at stjórnarskipan Føroya skal byggja á valdsbýti, løgræði og rættvísi. Við-
merkt verður, at hugtakið
løgræði
merkir stýri sambært lóg og tekur saman um valdsreglu, heimildar-
reglu, lóggávumannagongd, kunngerðarlóggávu og fyrisiting; hugtakið
rættvísi
tekur saman um mark
reglu, mannagongdir, frælsi, rættindi og aðrar mangar ásetingar í skipanini. Sagt verður, at løgræði
krevur, at samtyktirnar verða fylgdar, men rættvísin mýkir úrslit og viðferð. Tað kann eftir hesum
neyvan vera nakar ivi um, at hugtakið løgræði hjá Grundlógarnevndini eisini fevnir um grundregluna
um lógásetta fyrisiting.
2020