Føroyskur skattarættur - page 18

18
Í verki merkir hetta, at allar skattaavgerðir skulu vera sambært lóg, og at eing­
in lógaráseting kann verða sett til síðis av t.d. einari kunngerð, rundskrivi ella
mannagongd, sum skattavaldið hevur brúkt í styttri ella longri tíð. Av hesum
sæst, at lógin er tann keldan, sum hevur størstan týdning í skattarætti.
Hinvegin ber ikki altíð til í einari lóg at greina út í æsir, hvussu skattlig viður-
skifti skulu verða framd. Tað er tí vanligt og verður ikki hildið at ganga ímóti
grundlógini ella stýrisskipanarlógini, at lógin gevur landsstýrismanninum
heimild at áseta gjøllari reglur fyri, hvussu ávís viðurskifti skulu verða framd
í smálutum. Hetta verður vanliga gjørt við kunngerð, sum – á sama hátt sum
ein lóg – verður kunngjørd í Kunngerðablaðnum.
Grundlógin setur ikki bann fyri at samtykkja lógir afturvirkandi. Men stýris­
skipanarlógin setur bann fyri at áleggja beinleiðis ella óbeinleiðis skattir fyri
inntøkur, innflutning, útflutning, sølu, gjald ella tílíkt, sum er farið fram í
tíðini, áðrenn løgtingslógaruppskot um hetta varð lagt fyri løgtingið, og er
hetta grundgivið við, at borgarin skal kunna vinna sær inntøkur við áliti á
verandi lóggávu. Skattalógir kunnu so statt fáa gildi, áðrenn tær eru kunn-
gjørdar, men setur stýrisskipanarlógin tó markið til framløgudagin, tá ið
lógaruppskotið verður lagt fyri løgtingið, tá lógaruppskot kortini gerast
kunnug fyri almenninginum.
1.1.2. Skattalóggávan
Høvuðslóggávan á skattaøkinum er løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983
um landsskatt og kommunuskatt, vanliga nevnd skattalógin. Hon avloysti
løgtingslóg nr. 50 frá 2. mai 1963 um landsskatt og kommunuskatt, sum
avloysti lov for Færøerne nr. 76 af 12. marts 1923 om den kommunale be­
skatning.
Meginreglurnar í skattalógini eru ávikavist §§ 25, 29 og 31. § 25 ásetur, hvat
skal verða tikið við í uppgerðina viðvíkjandi skattskyldugu inntøkuni. § 29
ásetur, hvørjar inntøkur, her uppi í inntøkur, sum stava frá virðisbroytingum
í ognum, ikki skulu verða taldar upp í uppgerðina viðvíkjandi skattskyldugu
inntøkuni, og § 31 ásetur, hvørjir frádráttir kunnu verða gjørdir í inntøku­
uppgerðini. Í skattalógini frá 1963 stóðu hesar somu meginreglur í ávikavist
§§ 2, 4 og 8.
Í skattalógini eru eisini ásetingar um skattskyldu, upplýsingarskyldu, inn­
krevjing, revsing o.a. Aftur at skattalógini hoyra ásetingarlógin, sum m.a.
ásetur, hvussu stórur partur í prosentum av skattskyldugu inntøkuni skal
rindast í skatti, og avskrivingarlógin, sum ásetur, hvørjar ognir kunnu av
1...,8,9,10,11,12,13,14,15,16,17 19,20,21,22,23,24,25,26,27,28,...284
Powered by FlippingBook