Føroyskur skattarættur - page 44

44
T&S vísti á, at kærarin í 1997, eins og árini frammanundan, hevur havt fastan bú­
stað tøkan í Føroyum, har hann hevur húsarhald sítt, og at kærarin soleiðis má hald­
ast at hava størsta persónliga og fíggjarliga tilknýtið til Føroya. Av tí at Føroyar eru at
meta sum miðdepilin fyri lívsáhugamálum kærarans, ger T&S
galdandi
, at kærarin
hevur skattskyldu til Føroya eftir ásetingunum í § 1 í skattalógini.
Kommunala skattakærunevndin hevur í sínum
hoyringarsvari
til T&S gjørt vart við,
at sambært fólkayvirlitinum hevur kærarin ikki boðað frá flyting uttanlands í um­
rødda tíðarskeiði, eingi skjalprógv eru um flyting, og kærarin hevur ikki latið inn
F54 váttan til skattavaldið. Í hoyringarsvarinum vísir kommunala skattakærunevnd­
in eisini á, at samsvar er ikki millum upplýsingarnar, sum kærarin hevur givið í
sambandi við viðgerðina í kommunalu skattakærunevndini og teir upplýsingar,
kærarin hevur latið Landsskattakærunevndini. Víst verður á, at kærarin fyrst upplýsti,
at hann fyrst varð settur í starv í Grønlandi frá 13.03.97 til 20.06.97, at hann var
heima í Føroyum frá 21.06.97 til 04.07.97, og at hann eftir hetta aftur var settur í
starv í Grønlandi frá 04.07.97 til 30.08.97; einki varð nevnt um seinni setan.
Nevndin vísti tí samanumtikið á, at kærarin má haldast bara at hava havt
tíðaravmarkað starv í Grønlandi, at hann ikki hevði tikið fastan bústað har, men
hevði óbroytt varðveitt bústað og lívsáhugamál síni í Føroyum.
Landsskattakærunevndin
viðmerkti, at av upplýsingunum í málinum er greitt, at kærar­
in fram til mars í 1997 hevði bústað her og hevði fulla skattskyldu til Føroya samsvarandi
ásetingini í § 1, nr. 1 í skattalógini. Sum hann og T&S hava lýst málið, hevði
arbeiðstíðarskeiðið í Grønlandi í 1997 ikki við sær munandi broyting í hesum viður­
skiftum, tí hann hóast arbeiðið uttanlands framhaldandi hevði fastan bústað í Føroyum,
eins og arbeiðið
í
Grønlandi frá fyrstantíð var ætlað at vera tíðaravmarkað.
Landsskattakærunevndin
skoytti uppí, at tað gongur eisini fram av málinum, at kær­
arin ikki hevur fingið fastan bústað í Grønlandi, eingin frámelding er skrásett hjá
fólkayvirlitinum, og eingin F54 váttan er latin skattavaldinum sum fráboðan um, at
hann ætlaði at flyta úr Føroyum. Samanumtikið tala øll hesi viðurskifti fyri, at skatt­
skyldan hjá honum í 1997 ikki broytist, men at fulla skattskyldan sambært áset­
ingunum í § 1, nr. 1 í skattalógini stendur við.
4.1.1.2. Fult ella avmarkað skattafrælsi eftir umsókn
Eftir § 3, stk. 2 í skattalógini kann Toll- og skattaráð Føroya gera av, at per­
sónur, sum hevur fulla skattskyldu til Føroya eftir § 1 í skattalógini, fær fult ella
avmarkað skattafrælsi, um so er, at inntøkan er fingin í sambandi við kirkjulig
ella manngóð endamál í øðrum landi. ÁðrennToll- og skattaráðið tekur avgerð,
skal tað biðja um álit í málinum frá tilhaldskommununi hjá umsøkjaranum.
Landsstýrismaðurin hevur í kunngerð
12
ásett, at Toll- og skattaráð Føroya eftir
12 Kunngerð nr. 86 frá 19.10.1999 um skattafrælsi í sambandi við vælgerandi arbeiði.
1...,34,35,36,37,38,39,40,41,42,43 45,46,47,48,49,50,51,52,53,54,...284
Powered by FlippingBook