Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Evropa


Frakland


Lyklatøl

Høvuðsstaður: París

Vídd: 551.500 km2

Fólkatalhelp with algebra 2 linear equations homework help: 61.647.000

Almentmál: franskt

Átrúnaður: kristindómur 92%, jødadómur 1%, islam 1%, aðrar 6%

Stýrirlag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: evra

Frakland

Frakland - oyggin Korsika í Miðjarðarhavi er uppií - er størsta land í Vesturevropa. Tvær stórar fjallarøðir, Pyrineafjøll fyri sunnan og Alpurnar fyri eystan, eru stórsligið natúrligt mark ímóti grannalondunum. Nógvar áir, sum Loire, Rhóne og Seine, hava stóran tydning sum farmaflutningsleiðir, og tá ið vatn skal verða veitt á landbúnaðarlendi. Í Suðurfraklandi og Landsynningsfraklandi eru smáu ríkini Andorra og Monako.

Í øldir var Frakland kongsveldi. Kongarnir lótu nógvar vakrar borgir byggja, sum til dømis Chenonceaux við ánna Loire. Alt hetta fekk bráðan enda í kollveltingini í 1789. Kongsveldið varð tikið av, og Ludvík 16. kongur og Maria Antoinette drotning vórðu hálshøgd alment. Í 1792 varð Frakland lýst tjóðveldi.

Landslagið og veðurlagið skifta úr norðara parti í sunnara part í landinum. Í Norðurfraklandi er lendið rættiliga slætt, og veðurlagið er kaldligt og vátligt. Miðskeiðis og í eystara parti í landinum er víðført fjallalendi. Í Suðurfraklandi er miðjarðarhavsveðurlag - turt og heitt. Smílurtir í meingi eru vanlig sjón í landslutinum Provence.

Hóast mangir fraklendingar eru fluttir av bygd og hava búsett seg í býunum, er bygdalívið enn virkin og týðandi partur í fronskum mentanarlívi. Um alt landið hava bygdirnar varðveitt sereyðkenni síni við egnum stevnum, marknaðum og torgdøgum. Á bygdartorginum savnast fólk javnan at spæla boules, ið er kúluspæl og tjóðarítrótt fraklendinga.

Frakland er víða gitið fyri sín góða mat og sítt góða vín. Skiftandi landslag og veðurlag hava við sær, at búnaðarvørurnar eru ógvuliga ymiskar. Hvør landslutur hevur sín serliga mat. Miðfrakland er kent fyri rættin boeuf bourguignon (neytakjøt í reyðvíni), og serrætturin í Marseille við Miðjarðarhav er bouillabaisse (flskasúpan við hvítleyki). Fraklendingar eru eisini kendir fyri breyð síni, t.d. croissant, og mongu ostasløgini.

Uml. 6,5 mió. tilflytarar búgva í Fraklandi, meginparturin muslimar úr Marokko, Tunis og Algeria - gomlu hjálondum Fraklands í Norðurafrika. Mong koma eisini úr Italia, Spania og Póllandi at fáa arbeiði. Tilflytarar hava ofta trupulleikar, t.d. vinnuloysi, ringar íbúðir, og mannamunur verður gjørdur.

Frakland er eitt hitt sterkasta ídnaðarveldið í heiminum. Landið hevur stóran stál- og evnafrøðiídnað og ger alskyns ídnaðarvørur. Teir gera nógvar bilar og flogfør, t.d. Airbus-flogførini, ið verða gjørd í Toulous. Mong kjarnorkuverk eru í Fraklandi, og tey gera um 75% av ravmagnsorkuni, landinum tørvar. Fleiri milliónir ferðafólk koma til Fraklands á hvørjum ári, so ferðavinnan hevur stóran týdning í Fraklandi. Filmsídnaðurin tók seg upp í Fraklandi, tá ið brøðurnir Lumiere í 1895 sýndu livandi myndir fyri 33 áskoðarum. Nú á døgum er Frakland av fremstu filmslondum. Í krystallskapaða filmssýningarhúsinum í Poitiers eru 10 ymiskar filmshallir og størsta filmstjald í Evropa.

Frakland ger um fjórðingin av øllum víni í heiminum, og víngarðar eyðkenna franska landslagið. Vín verður gjørt úr sevjuni úr reyðum ella hvítum berum. Fyrr vórðu vínberini persað undir fót, men nú á døgum verða berini persað við nútímans vínpersum. Víntilvirkingin er í fleiri stigum. Tá ið sevjan er persað, verður hon latin í íløt ella tangar, natúrliga gerin í berjaskølunum verður blandað uppí, og vínið verður sett at gera.

Nøkur av heimsins fínastu luktilsissløgum koma úr Fraklandi. Mesta luktilsið verður gjørt í Grasse í Suðurfraklandi, har teir dyrka nógva smílurt, rósur og jasmin. Oljan, ið verður vunnin úr blómunum, verður m.a. nýtt til luktilsi. Í einum lukilsisslagi kunnu verða upp í 300 oljusløg.