Karsten Hoydal (1912-1990)
Karsten Hoydal var føddur í Hoydølum í 1912. Hann fór ungur til Danmarkar at útbúgva seg innan landbúnað og fiskivinnu og starvaðist innan hetta arbeiðsøkið. Eitt skiftið var hann í Ekvador í Suðuramerika sum ráðgevi hjá Sameindum Tjóðum. Hann var løgtingsmaður og landsstýrismaður umboðandi Tjóðveldisflokkin.
Karsten var fjøltáttaður høvundur og skald. Hann skrivaði yrkingar, stuttsøgur, týddi, ummælti, skrivaði yrkisgreinar og barnasøgur. Í sínum skaldskapi lýsti hann m.a. náttúruna, lívskorini, barnalyndið og vandan við kríggi og hernaðardubbing. Karsten fekk bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens í 1961 og 1988.
Úr Bókmentasøguni hjá Árna Dahl
Hann varð borin í heim í Hoydølum í 1912. Umstøður hansara uppvakstrarárini vóru øðrvísi enn hjá børnum flest. Pápi hansara var umsjónarmaður á Bróstsjúkrahúsinum, og drongurin kom tí at liva tætt at sjúku og deyða hesi fyrstu viðkvomu árini. Sjálvur hevur hann sagt:
»Eg livdi tætt upp at sjúkum fólki, og hesir morgnarnir, tá ið pápi einsamallur fór við rossavagni oman til Havnar við líki, sum skuldi førast út á bygd, bóru eitt sovorðið myrkur og illveður inn í meg, at eg øtaðist og mátti verja meg á onkun hátt. Hetta er uppi í mínum fyrstu barnaminnum, og tað gríslandi ljóðið frá vagnhjólinum oman eftir vegnum myrkar vetrarmorgnar hongur enn í oyrunum eins og gandað fast«.
Mannkomin gav hann minninum hetta snið í yrkingini »Ganga nú á meg minnini«, sum yrkt er faðirinum til áminningar:
»Ganga nú á meg minnini,
mær goymdu oyru og eygu:
Dalurin fagri, mín barnaheimur,
millum brattar og brúnar heygar -
faðir mín flutti tey sjúku til,
burtur frísk og tey deyðu.
Mangan morgun eg vaknaði,
stirðnaði treyst og gleði,
hoyrdi hóvspor og vagnahjól
braka á eyrutum vegi:
faðir mín einsamallur á leið
við líki av bygd fyri degi«.
Men hóast hesar døpru umstøður vóru kátar og góðar løtur at minnast á:
»Men sólskinsdagar við grønum bø
bjartir í minni branda,
teir róku burtur úr huganum
deyðaótta og vanda,
tá varð mín dalur eitt paradís,
har ljóst var og lætt at anda«.
Aftan á lokna skúlagongd í Havn, leitaði Karsten til Dánmarkar at vinna sær útbúgving innan landbúnað og fiskivinnu. Hann tók prógv sum cand. agro í 1936, seinni varð hann lic. agro, og bardagaárini arbeiddi hann og búði seg enn betur út at taka við starvi heima í Føroyum.
Í 1946 flytur hann heim og tekur við starvi sum leiðari av niðursjóðingarvirki í Klaksvík, í 1950 verður hann settur sum leiðari av Fiskiídnaðarstovuni og flutti tá til Havnar. Í hesum starvi sat hann, til hann í 1970 legði frá sær við eftirløn, undantikin eru tíðarskeiðini 1954-1957, tá hann sum tekniskur ráðgevi sendur av FAO arbeiddi í Suðuramerikanska landinum Equador, og 1963-1967, tá hann sat í Føroya Landsstýri umboðandi Tjóðveldisflokkin. Sama flokk umboðaði hann á løgtingi, valdur í Suðurstreymoy, valskeiðið 1966-1970.
Karsten Hoydal hevur eisini sum ummælari, ritstjóri og fakfelagsmaður leikt týðandi leiklut á mentanarpolitiska økinum í Føroyum seinasta tríatiáraskeiðið; ritstjóri á tíðarritinum Varðanum var hann 1961-1972 og formaður Rithøvundafelags Føroya árini 1976-80.
Hann doyði í 1990.
Bókmentaverk:
Karsten hevur heilt frá ungum árum skrivað bæði í bundnum og óbundnum máli. Hann minnist seg hava yrkt sálm 9 ára gamal og sigur annars hetta um orsøkina til, at hann fór at skriva:
»Eg veit, at eg fór at yrkja, so skjótt sum eg rættiliga fór at sansa mínar umstøður, og eg giti mær, at eg eri farin at yrkja, av tí at mínar umstøður vóru høpisleysar. Eg havi ivaleyst við at yrkja roynt at leita meg fram til eina djúpari ætlan enn hana, eg fann í teimum viðurskiftum, eg livdi í sum barn«.
Sannroynd er, at hetta serstaka barnaumhvørvið eigur stóran leiklut í samlaða skaldskapi hansara, kanska størstan í tí óbundna skaldskapinum.
Fyrsta yrking Karstens »Náttarljóð« kom á prent í Varðanum 12. bindi 1932. Í nívandi myrkri gongur unglingi ræddur á heiðini; tá tekur maður, staddur honum tætt undir lið, at tala á hann:
»Tú hugatungur tykist mær at sjá;
frø teg nú, tí dagur fer at rísa;
brátt skal eg í skaldagarð tær vísa,
har ið mangar fagrar, ljósar myndir
millum daprar lýsa«.
Unglingin tók av, og higartil hava føroyskar bókmentir frá ferðum hansara »í skaldagarði« fingið fýra yrkingasøvn:
»Myrkrið reyða« 1946, »Syngjandi grót« 1951, »Vatnið og ljósið« 1960 og heildarsavnið »Teinur og tal« 1972.
Yrkingarnar í fyrsta savninum mundu fleiri verða til undir seinna heimsbardaga og summar, m.a. tittilyrkingin, eru merktar av hesum. Kortini er hetta einki dapurt savn - tað rúmar kveikjandi náttúruyrkingum, djørvum ástaryrkingum og hugvekjandi minningarkvæðum.
Annað savnið er í størri mun enn hitt fyrra ein heild skipað við minningarkvæði um skaldabrøðurnar Janus og Hans Andrias í Áarstovu ávikavist sum inngangsljóði og útgangsljóði. Imillum hevur yrkjarin, sum hann sjálvur tekur til, »roynt at lagt ein tóna ella ein farra av tí døkka og ógreiða tíðarbili, sum vit í dag (t.e. um 1950) eru stødd í«. Eyðsýnt er, at atombumbuvandin er komin inn í føroyska yrkingalist við hesum savni.
Heitið »Vatnið og ljósið« lýsir triðja savnið ógvuliga væl. Náttúruyrkingarnar eiga yvirvald,
»Flóðir av ljósi
streyma millum heygar,
tungar myrkar heygar, nátt seig niður á,
langt burtur frá mær
lygnir á sjónum,
skínur av vatni bæði burtur og hjá«,
men her eru eisini ástaryrkingar og minningarkvæði at finna.
Fimti bólkur í heildarsavninum eitur »Seinni yrkingar«. Umframt kantaturnar »Songur til Studentaskúlan« og »Songur til Listaskálan« finna vit her frálíku yrkingina »Á flogvøllinum í Rimini, august 1968«, ið er dyggasta mótmæli móti hernaðarkappdubbing, føroyskur skaldskapur eigur:
»Veingjabornu Gongurólvar
tit mínir brøður
vilstir av leið,
víða um heimin
boðberar deyðans -
hvør blásti inn í tykkum
yndi til ýlandi fuglaherin,
stóru, svørtu eggini
troðin við eldi og oyðing. -
----
Barnaleikur í túninum
steðgar og doyr burtur
av tykkara deyðiliga duni«.
(brot)
Sætti bólkur í høvuðssavninum eru 24 týðingar eftir danirnar Knud Rasmussen og Tom Kristensen, amerikumenninar Walt Whitman og Edgar Lee Masters og chilenaran Pablo Neruda.
Í 1977 kom savnið »Frændarøddir« við týðingum eftir norðmonnunum Rolf Jacobsen og Knut Ødegárd og íslendingunum Einar Bragi og Stefán Hørður Grímsson, og í 1981 kom savnið »Føroyskar speglmyndir« við týðingum eftir danan Hans Mølbjerg.
Týðari er Karsten frálíkur. Málsligi búnin er lýtaleysur og innihaldsliga hepnast týðingarnar altíð væl.
Fyri Studentafelagið í Keypmannahavn legði hann í 1961 til rættis útgavu av úrvaldum yrkingum eftir Janus Djurhuus.
Fyrsta prosapetti frá hond Karstens er hugleiðingin »Búreisingur og búflytingur«, ið stóð í Varðanum 1937. Árini uppeftir finna vit so av og á slíkar hugleiðingar, endurminningarstubbar og rættiligar stuttsøgur í »Varðanum«, »Jólum uttanlendis« og »Útiseta«, men ikki fyrr enn í 1971 kemur fyrsta prosaverk høvundans »Leikapettið«.
Bókin kann skipast í tríggjar bólkar, hin fyrsti rúmar trimum endurminningarsøgum úr barnaárunum í Hoydølum: »Summarkvøld við Roekalk, »Lítla gula húsið«, »í kirkjutíð«, annar fevnir um tvær endurminningarritroyndir »Ross og fólk« og »Skógvar«, meðan triði rúmar seks fiktivum stuttsøgum, fýra tiknar úr føroyskum umhvørvi, ein úr Keypmannahavnarumhvørvi og ein úr Suður-Amerikanskum umhvørvi.
Málsliga og innihaldsliga er hetta eitt sera ríkt søgusavn, sum prógvar, at Karsten er annað enn lyrikari burturav.
Við barnabókini »Heðin, Marjun og tjøldrink 1979, hevur hann eisini prógvað, at hann hevur frálíkt hegni at siga frá fyri børnum.
Karsten Hoydal er fjøltáttaður høvundur, sum verður at standa sum eitt hitt størsta yrkjaranavnið, tá um náttúrulyrikk er at røða - endurnýggjari bæði á formliga og innihaldsliga økinum.
(GG. Seinast dagført í 1983).
2. heimsbardagi
Á vári í 1940 hertóku týskarar Danmark, og hetta skapti her heima á landi eina ótrygga støðu, tí øllum var greitt, at ikki kundu Føroyar nú stýrast úr Danmark sum frammanundan.
Tjóðin var sum so mangan í tvíningum.
Ein partur vildi beinan vegin hava føroyskt ríki sett á stovn, føroyingar skuldu sjálvir taka ræðið í landinum fult út og skipa fyri í øllum viðurskiftum, meðan annar partur tók undir við amtmanninum, sum vildi leggja ábyrgdina fyri landsins stýri á løgtingið sum fólksins valda umboð og á amtið sum umboð fyri danska ríkið.
Trætan varð í fyrstu atløgu loyst, við tað at Bretland hersetti Føroyar við tí lyfti, at hermenninir skuldu takast aftur, tá ið kríggið var endað.
Hersetingin vardi í fimm ár, og tá ið hon í 1945 var lokin var øllum greitt, at ikki bar til at fara aftur í gomlu amtsstøðuna, sum verið hevði í gildi upp til 1940.
Einki úrslit spurdist burtur úr samráðingum millum danskar og føroyskar politikarar, og í 1946 setti danska stjórnin fram uppskot um eina fólkaatkvøðu, sum skuldi haldast 14. september hetta árið.
Úrslitið av fólkaatkvøðuni var, at ein meiriluti atkvøddi fyri loysing, meðan tey, ið atkvøddu fyri danska stjónaruppskot-inum, vóru í minniluta.
Hetta úrslit skapti mikla øsing, tingið varð sent heim, og aftur fóru føroyskir politikarar til Danmarkar. - Úrslitið av teirra samráðingarroyndum var heima-stýrislógin, sum varð sett í gildi 1. april 1948.
Minni enn so allir føroyingar vóru nøgdir við gongdina hetta trýára skeiðið eftir krígslok, og misnøgdin hevði m.a. við sær, at Tjóðveldisflokkurin sá dagsins ljós; hann stillaði upp á fyrsta sinni til løgtingsvalið í 1950 og fekk tveir mans valdar.
Samfelagsliga henda eisini stórbroytingar hetta 10-ára skeiðið. Heimsbardagin hevði tað við sær, at eftirspurningurin eftir feskfiski var alstórur í Onglandi, prísurin fór tí upp stórliga, og at kalla allur føroyski fiskiflotin legði seg eftir at flyta ísfisk - fyri tað mesta keyptur í Íslandi niður á bretska marknaðin.
Hesin starvsháttur kravdi lítið manningartal, og hetta hevði við sær, at fleiri fiskimenn løgdust uppi, tó fekst so við og við tann skipan í lag, at menn helst ikki máttu vera við meira enn tveir túrar í senn.
Hetta var vandasigling, og nógvir vóru teir, ið bøttu við lívinum; hesi fimm árini fórust 24 skip við tilsamans 124 monnum av krígsávum.
Stórur eftirspurningar og lágt manningartal hevði við sær øktar inntøkur hjá tí einstaka, men veruliga gullið spann reiðarin, sum heima í flógvari skrivstovu sá peningin fløða í kassan, meðan fiskimaðurin gantaðist við deyðan á havinum breiða.
Hetta var í mangar mátar ein avlagað tíð, og sum vera man hava høvundar okkara roynt at lýst hana, vit nevna *skaldsøguna »Í Sortanum« hjá Williami Heinesen, *sjónleikin »Og tó skínur sólin« hjá Valdemar Poulsen og *stuttsøguna hjá Heðini Brú »Tvinnir eru kostirnir«.
Tá heimsbardagin brast á, og alt samband Danmarkar og Føroya millum varð kvett, vóru nógvir ungir føroyingar staddir í Danmark í lestrarørindum. Fyrra helming av fýratiárunum verður føroyskt mentanarlív tískil tvíbýtt, vit tosa um bókmentir, ið skaptar vóru av føroyingum í útlegd og um bókmentir skaptar av føroyingum heima á landi. Aftan á krígslok í 1945 kemur so dastið av teimum, ið virkað høvdu í Keypmannahavn útlegdarárini, heim aftur, og seta teir eisini dám á mentanarlívið heima á landi fýratiárini at enda, ja, summir heilt upp at okkara døgum.
Nýskapan í bundnum máli
Upp til 1940-leitið er fosturlandsyrking við rími og regluligum ørindislagi nógv hin vanligasti yrkingarháttur í føroyskum skaldskapi. Eisini yrkjarar úr yngri ættarliðum halda seg á tráddum gøtum: Karsten Hoydal, ið 20 ára gamal stígur fram í Varðanum, 1932, og Regin Dahl, sum 18 ára gamal leggur til brots í sama tíðarriti, 1936.
Hesir báðir eru høvuðsnøvnini, ið mynda fýratiárini á lyriska økinum; teir bróta við og við við gamlan yrkingarhátt og lyfta formliga og innihaldsliga føroyskan bundnan skaldskap eitt stig fram á leiðina.
Felagslív í Keypmannahavn
Staddir í hersettum landi avbyrgdir frá heimlandinum funnu føroyingar fragd í at hitta landsmenn tíðum, og ongantíð hvørki fyrr ella seinni man samanhaldið føroyinga millum hava verið so gott sum hetta fimm ára skeiðið 1940-45.
Feløgini vóru mong og sera virkin: Føroyingafelag, Hitt føroyska kristiliga ungmannafelagið, Studentafelagið, Ungmannafelagið Oyggjaframi, Itróttafelagið, Róðrarfelagið, Føroyska kirkjuliðið, Talvfelagið, Listafelagið o.o.
Í 1941 varð farið undir útgávu av *tíðarriti, ið fekk navnið »Búgvin«. Blaðið var fjúrtandadagsblað, tað kom út regluliga við 24 nr. árliga fimm tey fyrstu árini, seinasta árið, 1946, komu út 19 bløð, hitt seinasta 1. oktober - góðar 14 dagar aftan á fólkaatkvøðuna heima í Føroyum.
Fimm mans stjórnaðu »Búgvanum« hesi seks árini. Jóannes Rasmussen úr Havn var blaðstjóri á fyrstu 5 bløðunum 1941, Sigurð Joensen frá Gjógv var blaðstjóri restina av 1941, 1944 og 1945, Hanus Vang (við Høgadalsá) úr Kaldbak 1942, Erlendur Patursson úr Kirkjubø 1943 og Dánjal Pauli Danielsen úr Miðvági 1946.
Tað varð alt fyri eitt væl umtókt, tá fólk tóku seg saman at geva hetta sambindingarlið føroyinga uttanlendis út. Haldaratalið øktist í hvørjum og var 580, tá pappírstrot steðgaði vøkstrinum. Haldarar vóru í Danmørk, Noreg, Svøríki, Týsklandi og Sveits. Eisini eydnaðist at fáa »Búgvan« til Føroya í stríðsárunum.
Í »Búgvanum« var orðið øllum frítt, og í alt hava eini 70 - konufólk og mannfólk - skrivað greinir í tað. Her varð mangt havt á lofti. Menn skrivaðu um fossamál, fiskiskap, landbúnað, ídnaðarmál, kola- og leirmál, peningamál, stjórnarmál, skúlamál, ítróttamál, menningarmál o.s.fr., ella við øðrum orðum um øll samfelagsmál - handlig og andlig. Har umframt komu í blaðið søguligar greinir, skaldsligar greinir, søgur, yrkingar, tíðindi úr Føroyum o.m.a.
Ikki var ókent tá heldur at geva út jólabløð. Í 30-árunum kom heima í Føroyum »Jól í Føroyum«. Bókadeild Føroyingarfelags gav í 1940 út heftið »Jól uttanlendis«, sum kom øll árini til og við 1944. Ritstjórar á jólablaðnum vóru Karsten Hoydal og Regin Dahl. Vit bíta »Jól uttanlendis« komu út í tíðarskeiðinum 1940-44. merki í, at prósturin og Føroyavinurin Gudmund Bruun (1891-1956) skrivar inngang í øllum fimm heftunum, meðan Chr. Matras og Trond Olsen lata væl av tilfari.
Av øðrum tíðarritum, hetta umhvørvið skapar, nevna vit »Samfelagsrit«, sum Erlendur Patursson stjórnaði og sum kom út fýra ferðir í tíðarskeiðinum 1945-1952, og »Útiseta« árbók Føroyingafelags í Keypmannahavn, sum kom út árini 1945-1952 við Karsteni Hoydal og Christiani Matras sum ritstjórum.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.