Sigurð Joensen (1911-1993)
Hann er føddur við Gjógv í 1911. Eftir lokna barnaskúlagongd fór hann sum so mangur annar bygdardrongur til skips. Nítjan ára gamal var hann ein vetur á Føroya Fólkaháskúla og fór síðani til Danmarkar at vinna sær útbúgving; hann tók fyrst studentsprógv 1934, tók so upp lestur við lærda háskúlan í Keypmannahavn - enskt, grikskt og latín vóru fyrstu tíðina lestrargreinir hansara, seinni skifti hann yvir til løgfrøði og tók løgfrøðisprógv 1944.
Í stríðsárunum røkti hann drúgt áramál blaðstjórastarvið á »Búgvanum« og læt eisini »Jólum uttanlendis« fitt av tilfari - politiska stuttsøgan »Eg stoyti heitt« og hugnaliga jólasøgan um sjótrøllini norðuri á Dánjalsmið munnu standa eina klárast í minninum.
Aftan á stríðslok kom hann heim aftur til Føroya og tók upp løgfrøðisstarv í Havn. Í tíðarskeiðinum 1958-70 sat hann á Føroya løtingi valdur av tjóðveldisfólki í Norðurstreymoy.
Í 1949 vórðu nakrar av søgum hansara prentaðar í »Søgubókini« og umleið 1960 komu tær tríggjar barnabøkurnar um lítla Sjúrð og ommuna og abban við Sjógv, sum av røttum hava verið mettar so høgt millum føroyskar barnabókmentir, at høvundurin fyri tær í 1977 fekk barnabókmentaheiðursløn Tórshavnar býraðs. Heiðurslønin varð givin við hesi grundgeving:
»Sigurð Joensen hevur við barnabókum sínum á hugtakandi hátt lýst hitt føroyska bygdaumhvørvið og hvussu børn spældu sær fyrr í samljóði við hina skiftandi náttúru um vetur og vár, summar og heyst. Harumframt hevur hann víst á tilknýtið millum yngsta og elsta ættarliðið á slíkan hátt, at uppalingarvirði er í hesum«.
Hann doyði í 1993.
Ein framúr prosamaður
Longu í øðrum nummari av »Búgvanum« vísa ungu studentarnir við hesum stubba á ein høvuðsvanda:
»Málspillutos«.
»1sti føroyski studentur: Tú fert í biografin, ikki?
2nnar føroyski studentur: Ja, eg fari, viss eg lukkist at náa tað.
Eitt spursmál og eitt svar og minst fýra av frekastu málspillum ella rættari sagt, ein stór málspilla alt sum tað er. Einki lýtir meira føroyskt mál enn at skoyta hetta dansk-týska »ikki« upp í hvørja spurnarsetning.
Tað danska »hvis« eitur á føroyskum máli um (ofta er betri ikki at hava um heldur, men bert flyta sagnorðið fram um grundorðið).
1sta føroyska arbeiðskona (nýkomin úr Føroyum): Íðan, tú veit eg, fert í biografin.
2nnur føroyska arbeiðskona: Ja, eg fari, fái eg stundir. 23 Fyri føroyamáls skuld og fyri okkara egnu skuld, latum okkum tala føroyskt og ikki gøtu-danskt«.
Ikki minst málsliga var hetta útisetablaðið frálíkt, og frálíkur øllum øðrum var Sigurð Joensen frá Gjógv, bæði tá hann í greinaskapi viðgjørdi samfelagsmál, og tá hann læt úr hondum stuttsøgur.
2. heimsbardagi
Á vári í 1940 hertóku týskarar Danmark, og hetta skapti her heima á landi eina ótrygga støðu, tí øllum var greitt, at ikki kundu Føroyar nú stýrast úr Danmark sum frammanundan.
Tjóðin var sum so mangan í tvíningum.
Ein partur vildi beinan vegin hava føroyskt ríki sett á stovn, føroyingar skuldu sjálvir taka ræðið í landinum fult út og skipa fyri í øllum viðurskiftum, meðan annar partur tók undir við amtmanninum, sum vildi leggja ábyrgdina fyri landsins stýri á løgtingið sum fólksins valda umboð og á amtið sum umboð fyri danska ríkið.
Trætan varð í fyrstu atløgu loyst, við tað at Bretland hersetti Føroyar við tí lyfti, at hermenninir skuldu takast aftur, tá ið kríggið var endað.
Hersetingin vardi í fimm ár, og tá ið hon í 1945 var lokin var øllum greitt, at ikki bar til at fara aftur í gomlu amtsstøðuna, sum verið hevði í gildi upp til 1940.
Einki úrslit spurdist burtur úr samráðingum millum danskar og føroyskar politikarar, og í 1946 setti danska stjórnin fram uppskot um eina fólkaatkvøðu, sum skuldi haldast 14. september hetta árið.
Úrslitið av fólkaatkvøðuni var, at ein meiriluti atkvøddi fyri loysing, meðan tey, ið atkvøddu fyri danska stjónaruppskot-inum, vóru í minniluta.
Hetta úrslit skapti mikla øsing, tingið varð sent heim, og aftur fóru føroyskir politikarar til Danmarkar. - Úrslitið av teirra samráðingarroyndum var heima-stýrislógin, sum varð sett í gildi 1. april 1948.
Minni enn so allir føroyingar vóru nøgdir við gongdina hetta trýára skeiðið eftir krígslok, og misnøgdin hevði m.a. við sær, at Tjóðveldisflokkurin sá dagsins ljós; hann stillaði upp á fyrsta sinni til løgtingsvalið í 1950 og fekk tveir mans valdar.
Samfelagsliga henda eisini stórbroytingar hetta 10-ára skeiðið. Heimsbardagin hevði tað við sær, at eftirspurningurin eftir feskfiski var alstórur í Onglandi, prísurin fór tí upp stórliga, og at kalla allur føroyski fiskiflotin legði seg eftir at flyta ísfisk - fyri tað mesta keyptur í Íslandi niður á bretska marknaðin.
Hesin starvsháttur kravdi lítið manningartal, og hetta hevði við sær, at fleiri fiskimenn løgdust uppi, tó fekst so við og við tann skipan í lag, at menn helst ikki máttu vera við meira enn tveir túrar í senn.
Hetta var vandasigling, og nógvir vóru teir, ið bøttu við lívinum; hesi fimm árini fórust 24 skip við tilsamans 124 monnum av krígsávum.
Stórur eftirspurningar og lágt manningartal hevði við sær øktar inntøkur hjá tí einstaka, men veruliga gullið spann reiðarin, sum heima í flógvari skrivstovu sá peningin fløða í kassan, meðan fiskimaðurin gantaðist við deyðan á havinum breiða.
Hetta var í mangar mátar ein avlagað tíð, og sum vera man hava høvundar okkara roynt at lýst hana, vit nevna *skaldsøguna »Í Sortanum« hjá Williami Heinesen, *sjónleikin »Og tó skínur sólin« hjá Valdemar Poulsen og *stuttsøguna hjá Heðini Brú »Tvinnir eru kostirnir«.
Tá heimsbardagin brast á, og alt samband Danmarkar og Føroya millum varð kvett, vóru nógvir ungir føroyingar staddir í Danmark í lestrarørindum. Fyrra helming av fýratiárunum verður føroyskt mentanarlív tískil tvíbýtt, vit tosa um bókmentir, ið skaptar vóru av føroyingum í útlegd og um bókmentir skaptar av føroyingum heima á landi. Aftan á krígslok í 1945 kemur so dastið av teimum, ið virkað høvdu í Keypmannahavn útlegdarárini, heim aftur, og seta teir eisini dám á mentanarlívið heima á landi fýratiárini at enda, ja, summir heilt upp at okkara døgum.
Felagslív í Keypmannahavn
Staddir í hersettum landi avbyrgdir frá heimlandinum funnu føroyingar fragd í at hitta landsmenn tíðum, og ongantíð hvørki fyrr ella seinni man samanhaldið føroyinga millum hava verið so gott sum hetta fimm ára skeiðið 1940-45.
Feløgini vóru mong og sera virkin: Føroyingafelag, Hitt føroyska kristiliga ungmannafelagið, Studentafelagið, Ungmannafelagið Oyggjaframi, Itróttafelagið, Róðrarfelagið, Føroyska kirkjuliðið, Talvfelagið, Listafelagið o.o.
Í 1941 varð farið undir útgávu av *tíðarriti, ið fekk navnið »Búgvin«. Blaðið var fjúrtandadagsblað, tað kom út regluliga við 24 nr. árliga fimm tey fyrstu árini, seinasta árið, 1946, komu út 19 bløð, hitt seinasta 1. oktober - góðar 14 dagar aftan á fólkaatkvøðuna heima í Føroyum.
Fimm mans stjórnaðu »Búgvanum« hesi seks árini. Jóannes Rasmussen úr Havn var blaðstjóri á fyrstu 5 bløðunum 1941, Sigurð Joensen frá Gjógv var blaðstjóri restina av 1941, 1944 og 1945, Hanus Vang (við Høgadalsá) úr Kaldbak 1942, Erlendur Patursson úr Kirkjubø 1943 og Dánjal Pauli Danielsen úr Miðvági 1946.
Tað varð alt fyri eitt væl umtókt, tá fólk tóku seg saman at geva hetta sambindingarlið føroyinga uttanlendis út. Haldaratalið øktist í hvørjum og var 580, tá pappírstrot steðgaði vøkstrinum. Haldarar vóru í Danmørk, Noreg, Svøríki, Týsklandi og Sveits. Eisini eydnaðist at fáa »Búgvan« til Føroya í stríðsárunum.
Í »Búgvanum« var orðið øllum frítt, og í alt hava eini 70 - konufólk og mannfólk - skrivað greinir í tað. Her varð mangt havt á lofti. Menn skrivaðu um fossamál, fiskiskap, landbúnað, ídnaðarmál, kola- og leirmál, peningamál, stjórnarmál, skúlamál, ítróttamál, menningarmál o.s.fr., ella við øðrum orðum um øll samfelagsmál - handlig og andlig. Har umframt komu í blaðið søguligar greinir, skaldsligar greinir, søgur, yrkingar, tíðindi úr Føroyum o.m.a.
Ikki var ókent tá heldur at geva út jólabløð. Í 30-árunum kom heima í Føroyum »Jól í Føroyum«. Bókadeild Føroyingarfelags gav í 1940 út heftið »Jól uttanlendis«, sum kom øll árini til og við 1944. Ritstjórar á jólablaðnum vóru Karsten Hoydal og Regin Dahl. Vit bíta »]ól uttanlendis« komu út í tíðarskeiðinum 1940-44. merki í, at prósturin og Føroyavinurin Gudmund Bruun (1891-1956) skrivar inngang í øllum fimm heftunum, meðan Chr. Matras og Trond Olsen lata væl av tilfari.
Av øðrum tíðarritum, hetta umhvørvið skapar, nevna vit »Samfelagsrit«, sum Erlendur Patursson stjórnaði og sum kom út fýra ferðir í tíðarskeiðinum 1945-1952, og »Útiseta« árbók Føroyingafelags í Keypmannahavn, sum kom út árini 1945-1952 við Karsteni Hoydal og Christiani Matras sum ritstjórum.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.