Samvirkisnám og floksleiðsla - page 10

10
|
Fororð
SAMVIRKISNÁM
Alt tekur skap í læraratoyminum. Í
9. kapitli
eru ymsar venjingar til læraratoymið. Eisini eru spurn-
ingar at hugsa um, tá ið farið verður at arbeiða við samvirkisnámi og floksleiðslu. Nær er best at
brúka samvirkisnám, og nær er annar undirvísingarháttur betri?
10. kapittul
tekur samanum nógvar av teimum spurningum, sum lærarar vanliga hava eftir at
hava roynt samvirkisnám í eina tíð. Í kapitlinum verður roynt at svara settum spurningum.
11. kapittul
endar við at lýsa spurningar sum: Hvussu er skúlin um 10-30 ár? Verður framvegis
arbeitt við samvirkisnámi? Hava vit tá lært at næmingalaga undirvísingina?
Eg vil fegin takka øllum teimum frálíku næmingunum, ið eg havi undirvíst.
Eisini ein stór tøkk til allar áhugaðar skeiðsluttakarar, ið hava sett mær atfinningarsamar spurn-
ingar. Teir hava fingið meg at líta at umstøðunum frá nógvum, ymsum sjónarhornum.
Og sjálvandi takki eg familjuni, sum ótroyttilig hevur lurtað eftir øllum prátinum hjá mær.
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1,2,3,4,5,6,7,8,9 11,12,13,14,15,16,17,18,19,20,...164
Powered by FlippingBook