Samvirkisnám og floksleiðsla - page 9

9
|
Fororð
SAMVIRKISNÁM
1. kapittul
er um felagsskapin, ella grundvøllin, undir øllum, sum fer fram í flokkinum. Uttan
felagsskapin og sambondini verður fakliga læringin trupul. Í kapitlinum verður greitt frá, hvussu
samvirkisnám kann stuðla felagsskapinum í flokkinum, og har eru venjingar í at ala upp ein góðan
felagsskap.
2. kapittul
er um floksleiðslu, og hvussu tú sum lærari kanst leiða næmingarnar í undirvísing
og læring. Venjingarnar í hesum kapitli geva íblástur til at hava rørslur við í undirvísingini og til at
gera hana fjølbroytta.
3. kapittul
er um inklusión við atliti at samvirkisnám. Samvirkisnám kann stuðla inklusión í fel-
agsskapin um læring í flokkinum. Undirvísing við samvirkisnámi kann fáa næmingarnar at kenna
seg sum hoyrandi til felagsskapin. Jaliga tilknýtið sínámillum í samvirkisnámi loyvir ongum at vera
uttanfyri. Í venjingunum í 3. kapitli kunnu næmingarnir síggja hvønn annan frá sjónarhornum, tey
ikki eru von við.
Ein týðandi partur í førleikanum at skapa sambond í flokkinum er ein viðurkennandi tilgongd til
næmingarnar. Sambært Dansk Clearinghouse (2008) má lærarin hava førleika til sambond. Í
4.
kapitli
eru rós og viðurkenning á skránni, og roynt verður at lýsa munin á báðum hugtøkunum.
Venjingarnar í kapitlinum leggja dent á, hvussu lærarin kann viðurkenna næmingarnar, og hvussu
næmingarnir kunnu viðurkenna hvønn annan.
Tað er eingin skúladagur uttan samskifti! Í
5. kapitli
verður víst á, hvussu tú kanst brúka natúrliga
hugin hjá næmingunum at samskifta, so allir næmingar fáa talutíð, og prátið stuðlar læringini hjá
næmingunum. Lærarar skulu brúka minni tíð at biðja næmingar tiga og meiri tíð at skipa undirvís-
ingina, so tað er greitt, nær prátað verður og hvussu.
6. kapittul
er um sosialar førleikar hjá næmingunum. Javnvágin millum fakliga læring og arbeiðið
við tí sosiala er eitt evni, ið fyllir nógv í skúladegnum. Hvørki tað fakliga ella tað sosiala kann
standa einsamalt, men nógvir lærarar kenna tað, sum eingin tíð er til tað sosiala, tí so nógv skal
náast av tí fakliga. Í hesum kapitli eru hugskot um at hava sosialu læringina við á jøvnum føti við
fakligu læringina og uttan at tarna tí fakligu.
Men einki ber til, uttan at foreldrini eru við! Foreldrini kunnu gagna læringini í skúlanum í størri
mun enn í dag, og foreldrini vilja eisini fegin stuðla skúlagongdini hjá barni sínum. Í
7. kapitli
eru
dømi um, hvussu foreldrini eru við sum virknir viðleikarar t.d. á foreldrafundum. Skulu nýggj tiltøk
verða sett í verk í flokkinum, hevur stuðul frá foreldrum alstóran týdning.
Í
8. kapitli
verður greitt frá, hvussu ymisligir næmingar kunnu vera í einum vanligum flokshøli.
Her eru venjingar til ymisligu næmingarnar. Nógvar venjingar kunnu verða brúktar bæði til “tey
stillføru” og “tey villu”.
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1,2,3,4,5,6,7,8 10,11,12,13,14,15,16,17,18,19,...164
Powered by FlippingBook