Samvirkisnám og floksleiðsla - page 8

8
|
Fororð
SAMVIRKISNÁM
Prógv fyri undirvísingarháttinum
Í januar 2011 kom Frans Ørsted Andersen við frágreiðing frá eini gransking í Petersmindeskúlanum
í Vejle (Andersen 2011). Hann fylgdi tveimum skúlaflokkum í eini nágreiniligari stakkanning. Tey
arbeiddu við samvirkisnámi, og hetta arbeiðið ávirkaði næmingahópin við m.ø., at:
• flokkurin var friðarligari
• tey arbeiddu ágrýtnari
• umstøðurnar um læringina batnaðu sum heild
• næmingarnir trivust betur.
Ávirkanin á lærarahópin var, at:
• undirvísingar- og arbeiðsumstøður batnaðu
• teir upplivdu oftari, at undirvísingin eydnaðist
• teir kendu seg oftari sum serfrøðingar og at megna meiri.
Úrslitini av hesi fylgjugransking samsvara væl við gransking aðrastaðni í heiminum. M.a. vísa kann-
ingar í 1990’unum hjá Slavin og Johnson og Johnson (smb. Sahlberg og Leppilampi 2004), at tá
ið tú arbeiðir saman við øðrum móti einum felags máli, so verður úrslitið bæði í dygd og nøgd
betri, enn um tit arbeiddu hvør sær.
Næmingarnir hava týdning fyri hvønn annan og eru áhugaðir í, hvussu hini klára seg. Tilelvingin
økist. At samstarva betrar sjálvkensluna, og næmingarnir eru nøgdari, enn tá ið teir arbeiða hvør
í sínum lagi og kappast við hini.
Lesivegleiðing
Bókin er sett soleiðis saman, at teir fyrstu tríggir kapitlarnir viðgera grundvøllin undir læring hjá
næmingunum, nevniliga felagsskapin í flokkinum og inklusión (íroknan) saman við samvirkisnámi.
Restin av bókini vísir á ítøkilig átaksøki, t.d. samskifti, foreldrasamstarv og læraratoymi. Í bókini
eru venjingar, ið stuðla fakliga arbeiðinum hjá læraranum við sambondum (relatiónir) og felags-
skapum. Ovast á hvørjari venjingarsíðu er tilskilað, um síðan er til næming, lærara, toymi ella
foreldur.
næmingur
lærari
toymi
foreldur
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1,2,3,4,5,6,7 9,10,11,12,13,14,15,16,17,18,...164
Powered by FlippingBook