Samvirkisnám og floksleiðsla - page 7

7
|
Fororð
SAMVIRKISNÁM
Tað gagnar ikki arbeiðinum, um tað standa rúgvumikil borð millum næmingarnar, men kortini
skulu so nógvir næmingar, sum til ber, kunna arbeiða samstundis.
Ábyrgd hjá hvørjum sær.
Hvør limur í toyminum hevur persónliga ábyrgd fyri øllum arbeiðinum í
bólkinum og fyri at ogna sær ta vitan, hini bera fram. Øll vitanin hjá limunum verður soleiðis størri,
tá ið bólkaarbeiðið endar, enn tá ið tað byrjar.
At eftirmeta bólkaarbeiði og læring.
Arbeiðið má enda við eftirmeting av bæði tilgongd og
avriki, annars er læringin ikki hin besta. Tað er umráðandi at halda næmingunum føstum í stuðli
teirra til bólkaarbeiðið, og hvat teir fáa burturúr læringini.
Spencer Kagan hevur samansjóðað tað frammanfyri nevnda í nakrar meginreglur (Kagan og
Stenlev 2006):
Á
virkan sínámillum og samstundis.
T
ilknýti sínámillum og jaligt.
Á
byrgd á hvørjum sær.
L
uttøka á jøvnum føti.
Eru hesar meginreglur til staðar, er talan um samvirkisnám. Kagan hevur eisini gjørt skipanir, sum
tryggja, at ÁTÁL-meginreglurnar verða fylgdar.
Men hvat samband er millum samvirkisnám og floksleiðslu? Fyri nøkrum árum síðan var eg floks-
lærari í einum ógvuliga vælvirkandi flokki. Tá spurdi ein starvsfelagi meg, hvat eg hevði gjørt, tí
flokkurin var so fittur at koma inn í, og næmingarnir tímdu so væl at gera heimaarbeiði.
Fyrst ætlaði eg at svara, at tað vóru góð børn í flokkinum. Men sum samrøðan leið, varð eg greið
yvir, at talan helst var um meiri enn eina hepna samanseting av næmingum. Eg hevði jú gjørt rætt-
iliga nógv fyri at ala upp ein felagsskap, sum legði støðið undir læring og samveru í flokkinum.
Floksleiðsla er í stóran mun at skipa, stuðla og birta upp undir læritilgongdir hjá næmingunum.
Floksleiðarin setir seg sjálvan í miðdepilin og er tilvitaður um, hvørji tiltøk rigga í undirvísingini,
og hvat kann verða gjørt betur. Persónleikin hjá læraranum hevur stóran týdning, men tað er
eisini gott at vita, at øll kunnu gerast betri floksleiðarar! Við at leggja dent á nøkur ítøkilig øki, t.d.
innrættan av flokshølinum, eina týðiliga dagsskrá, nógv virksemi í flokkinum og tilvitað at seta
saman bólkar av næmingum.
Partar av samvirkisnámi eru eisini við í arbeiðinum hjá floksleiðaranum. Tú kemur inn á rættiliga
stóran part av arbeiðinum sum floksleiðari, tá ið tú arbeiðir við samvirkisnámi í flokkinum. Tú
tryggjar tær stórt virksemi, meiri rørslu undir læring, og tú hevur tilvitaðar ætlanir fyri at ala upp
ein góðan felagsskap í flokkinum.
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1,2,3,4,5,6 8,9,10,11,12,13,14,15,16,17,...164
Powered by FlippingBook