Samvirkisnám og floksleiðsla - page 6

6
|
Fororð
SAMVIRKISNÁM
Fororð
Fyritreytir mínar fyri at skriva hesa bók eru, at eg havi arbeitt sum lærari í 11 ár og fingist nógv
við bólkaávirkan og at finna lykilin til “góðu undirvísingina”.
Umframt at vera fólkaskúlalærari havi eg eina tíð arbeitt sum námsfrøðiligur ráðgevi á Center for
Undervisningsmidler. Seinastu árini havi eg verið sjálvstøðugur ráðgevi, har eg undirvísi lærarum
bæði í samvirkisnámi og floksleiðslu. Við støði í hesum royndum tori eg væl at siga, at eg havi
funnið lykilin ella rættari, at eg nú havi eitt heilt lyklatyssi, sum eg kann brúka at opna ymsar
hurðar við av og á.
Ein lykil er samvirkisnám, og hesin undirvísingarháttur hevur seinastu árini verið nógv brúktur á
øllum floksstigum og í øllum lærugreinum. Bæði fólkaskúli, miðnám og vaksnamannaútbúgving
hava fingið eyguni upp fyri, at samvirkisnám kann fáa virkisfýsni og eldhuga við í undirvísingina.
Eg havi sjálv havt gleði av venjingum og øðrum virksemi, ið fær næmingarnar at hava størri
ábyrgd fyri egnari læring.
Men hvat er samvirkisnám? Hugtakið kann verða týtt sum “samstarv um læring”. Soleiðis eitur
eisini bókin hjá Asko Leppilampis og Pasi Sahlberg (2004) um samvirkisnám. Annað boð er “lær-
ing í felagsskapi”, sum eisini er ein góð lýsing av amerikanska samvirkisnámi.
Tað snýr seg so statt um at gera okkurt í felag. At læra saman við øðrum. Læringin hjá næming-
unum hendir ikki av sær sjálvum, so lærarin ella tann, ið undirvísir, má leggja til rættis læritil-
gongdirnar. Tá ber til at hava partar av samvirkisnámi við í fyrireikingini.
Samvirkisnám er eitt slag av skipaðum bólkaarbeiði, har limirnir í toyminum eru knýttir hvør at
øðrum. Men hóast samvirkisnám er bólkaarbeiði, so er ikki alt bólkaarbeiði samvirkisnám.
Vit kunnu stutt lýsa meginreglurnar aftan fyri samvirkisnám soleiðis (Leppilampis og Sahlberg
2004):
Undirvísingin er skipað, so tað er eitt
jaligt tilknýti millum limirnar.
Tað vil siga, at úrslitið
hjá bólkinum veldst um luttøkuna hjá hvørjum limi sær. Sum limur kanst tú ikki fjala teg aftan fyri
nakran, øll skulu luttaka, og ein limur einsamallur kann ikki loysa uppgávuna. Johnson og Johnson
úr USA hava hesa lýsing: Toymið svimur saman ella søkkur til botns saman (Johnson og Johnson
2007).
Beinleiðis ávirkan millum limirnar
hevur stóran týdning. Tað skal vera lætt at fara til verka í
bólkinum, og limirnir skulu kunna hava eygnasamband hvør við annan og sita tætt saman.
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1,2,3,4,5 7,8,9,10,11,12,13,14,15,16,...164
Powered by FlippingBook