Kristni 7 - Næmingabók - page 122

122
Halgisøgur
Ein halgisøga er ein søga, sum er um eina bíbilska hending ella persón,
uttan tó at verða fortald júst sum í Bíbliuni. Halgisøgur minna um
ævintýr. Har henda undur, og menniskju hava gudgivin evni. Søgan fer
ofta fram á støðum, sum vit á onkran hátt kennast við, og ofta kundi
hendingin í søguni tað sama farið fram í dag. Flestu átrúnaðir hava sínar
halgisøgur. Vit hava eisini okkara kristnu halgisøgur.
Fleiri halgisøgur eru um hendingar í Nýggja Testamenti og serliga um
Jesus. Í halgisøgunum hevur Jesus eisini guddómlig evni, men tað eru
ikki tær somu frásagnirnar, sum vit lesa um í Bíbliuni. Aðrar halgisøgur
eru um hendingar, sum fara fram óheftar av bíbliufrásagnum, men har
bíbilskir persónar verða flættaðir inn í søguna.
Kendasti halgisøgurithøvundur á okkara leiðum er Selma Lagerlöf. Hon
var svensk og livdi frá 1858 til 1940. Hennara halgisøgur eru kendar úti
um lond, og fleiri eru týddar til føroyskt. Teirra millum eru Helsareyði,
Flýggjanin til Egyptalands, Heilaga náttin, Jólarósan og Í Nasaret.
Selma Lagerlöf dugir kynstrið at skriva lætt um álvarsom evni, men
tað hon sigur um kendar hendingar, vendir øllum á høvdið. Hon lýsir
mótsetningar og tvístøður í mannalívinum.
Tað henda undur allastaðni,
tað er bert at fáa eyga á tey
, skal hon hava sagt.
Selma Lagerlöf vaks upp á garðinum Mårbacka í Värmlandi í Svøríki.
Hon lærdi til lærara, men tíðliga vaknaði hugurin at skriva. Fyrsta
skaldsøga hennara var “Gösta Berlings saga”, sum kom út í 1891. Í 1909
varð hon heiðrað við virðisløn Nobels í skaldskapi. Selma Lagerlöf var
fyrsta kvinna, ið fekk henda heiður.
Selma Lagerlöf fær handað virðisløn Nobels í 1909.
Selma Lagerlöf
undur
· gudgivin evni · tvístøður
?
I...,112,113,114,115,116,117,118,119,120,121 123,124,125,126,127,128,129,130,131,132,...134
Powered by FlippingBook