Kristni 7 - Næmingabók - page 114

FAKTA
FAKTA
Ein imamur er tann, sum leiðir
bønina í moskuni.
Allir muslimar gera ikki alt tað, ið
islam áleggur teimum at gera, eitt
nú at biðja 5 ferðir um dagin. Øll
kristin gera heldur ikki alt tað, ið
kristindómurin áleggur teimum,
t.d. at halda hvíludagin heilagan.
Ein imamur hevur ikki tørv á at
hava serliga útbúgving fyri at
leiða bønina. Bæði týdningarmiklir
átrúnaðarligir muslimskir leiðarar,
teologar og lógarkønir verða
nevndir imamar.
karmurin um · halgibrot
?
Moska
Fyri muslimar er moskan týdningarmesti karmurin um átrúnaðarliga
samveru. Har eru fleiri rúm, men miðskeiðis í moskuni er eitt stórt
bønarrúm,
musalla
. Har eru eingi sitipláss, men teppi vend móti Mekka
eru at biðja á. Tá muslimar fara inn í moskuna, lata teir seg úr skónum
og vaska sær um føturnar. So eru teir klárir til bøn. Kvinnur og menn
eru skild sundur í moskuni, við hvørt í hvør sínum rúmi. Flestu moskur
hava ein talarastól,
minbar
, eitt sindur hægri enn gólvið, haðani ein
imamur leiðir fríggjadagsbønina. Hetta stavar frá sjálvum Muhammedi
profeti, sum talaði til fólkið, standandi trý trin hægri uppi. Flestu
moskur í muslimsku londunum hava eisini eina
minaret
, eitt høgt torn,
haðani kallað verður til bøn úr einum hátalara. Ongar myndir eru í
moskuni, men ofta er hon rættiliga prýðilig hóast tað. Tað er ikki loyvt
at avmynda Allah og Muhammed. Tað verður beinleiðis roknað sum
halgibrot. Tó eru moskur sera vakrar, pyntaðar við litføgrum mynstrum
og brotum úr Koranini skrivað við listskrift, nevnd
kalligrafi
.
Moskur eru ofta eisini savningarstøð hjá muslimum. Har savnast teir til
máltíð eftir sólsetur í føstumánaðinum Ramadan, til serligu høgtíðirnar
og til at skifta orð um trúarspurningar.
Kendastu moskurnar eru Klettamoskan í Jerúsalem, sum sigst standa
á tí staði, har Muhammed profetur einaferð fór upp til himmals á
einum hesti við veingjum. Hetta er elsti muslimski halgidómur. Hin
er Umayyademoskan í Damaskus, sum varð bygd í fyrstu muslimsku
tíðini. Har sigst høvur Jóhannes doyparans liggja goymt.
Normoskan í Oslo í Noregi.
114
I...,104,105,106,107,108,109,110,111,112,113 115,116,117,118,119,120,121,122,123,124,...134
Powered by FlippingBook