Kristni 7 - Næmingabók - page 111

Kap. 13 - Islam og Muhammed
útleggja · kósina
?
Muslimskar trúargreinar
Muslimar verða í høvuðsheitum bólkaðir í tveir partar alt eftir, hvat teir
halda vera týdningarmest.
Sunnimuslimar eru nógv tann størsti bólkurin. Teir halda fast við, at
Sunna, kunnleikin um, hvussu Muhammed livdi, er týdningarmest, av
tí at Muhammed er tann seinasti og størsti av Guds profetum.
Shiamuslimar eru nógv færri. Teir hava serliga útvaldar leiðarar at
útleggja innihaldið í Koranini. Shiar mugu so fylgja tí, sum hesir leiðarar
koma til.
Mekka
Mekka er heilagi býurin hjá muslimum. Muhammed hertók hann í 630.
Har stóð ein bygningur, á skapi sumein terningur, Kabain, sum Ísmael og
Ábraham høvdu bygt til bønarstað. Hildið var, at hetta var miðjan í
verðini og Guds staður. Tí er tað ikki løgið, at muslimar royna at fara
pílagrímsferð til Mekka í øllum førum eina ferð í lívinum, og tá teir
biðja, skulu teir venda sær móti Mekka. Tey deyðu verða jarðað við
andlitinum vendum móti Mekka, og muslimar hugsa eisini um kósina
móti Mekka, tá ið teir reisa moskur og onnur hús.
Mekka í Saudiarábia. Biðjandi muslimar við Kabaina. Kabain er klødd við teppi, sum verður
skorið í petti, sum pílagrímar kunnu keypa sum minnislutir.
Hurðin inn í Kabaina. Hurðin er úr reinum
gulli. Kabain er meginhalgidómurin í
arábiska heiminum.
Visti tú
at Ábraham átti Ísmael við træl­
kvinnu­ni Hágar. Hann verður
roknaður sum ættfaðir at arábum.
Við konu síni Sáru átti Ábraham
Ísak, ein av ættfedrunum hjá
jødum.
Úr 1. Mós 16 og 21
111
I...,101,102,103,104,105,106,107,108,109,110 112,113,114,115,116,117,118,119,120,121,...134
Powered by FlippingBook