Kristni 7 - Næmingabók - page 115

Kap. 13 - Islam og Muhammed
Lívshátíðir
Føðing
Muslimar siga, at eitt barn er ein gáva frá Allah og tessvegna ein sera stór
ábyrgd. Barnið verður alt upp í sínum átrúnaði at verða arbeiðssamt og
ábyrgdarfult. Islamska bønin verður sum sagt teskað í vinstra oyrað á
barninum. Tað ger pápin ella ein imamur.
Sjey dagar gamalt fær barnið navn, og hildin verður ein veitsla. Hárið
verður rakað av barninum og vigað. Sama vekt verður so givin teimum
fátæku í silvuri, so sum ein av grundsúlunum fyrisetur. So fær barnið
navn. Tað er týdningarmikið, at tað er tað rætta navnið. Øll muslimsk
nøvn merkja okkurt. Summi halda eisini eina veitslu, tá barnið er eini
fýra – fimm ár. Tá sigur barnið uttanat tær fyrstu reglurnar úr Koranini.
Tá endurgivið verður úr Koranini, er tað altíð á arábiskum.
Mong børn eita eftir Muhammed ella onkrum í ætt hansara. At eita
okkurt av teim 99 nøvnum Allah, er eisini heilt vanligt.
Islamsk dreingjabørn verða ofta umskorin og í summum londum
eisini gentubørn. Øll eru ikki samd um, hvørt Muhammed sjálvur var
umskorin, og um hetta kann rættvísgerast sambært Koranini. Viðvíkjandi
gentu­børnum sigur Koranin als einki um umskering. Tá tað verður gjørt
í summum londum, ofta afrikanskum, er hetta grundað á siðvenju.
FAKTA
FAKTA
Muslimsk nøvn
Muhammed: hin høgt æraði
Zena: hin vakra
Rashid: vegleiðari
Mustafa: hin útvaldi
Tá gentur verða umskornar, hendir
tað sambært hadith, siðvenju.
Við umskeringina verður skorið av
kvinnuligu kynslutunum og seymað
aftur. Tað er ójavnt, hvussu mikið
verður tikið burtur.
Tað er bert er ein gud, Allah,
og Muhammed er profetur hansara.
115
I...,105,106,107,108,109,110,111,112,113,114 116,117,118,119,120,121,122,123,124,125,...134
Powered by FlippingBook