Kristni 7 - Næmingabók - page 108

Islam og Muhammed
Islam eitur átrúnaðurin hjá muslimum. Islam lærir, at Adam var fyrsta
menniskja og fyrsti muslimur. Eisini var hann tann fyrsti av Guds
profetum. Síðani komu aðrir profetar honum á baki, men tað, teir lærdu
um vilja Guds við fólki sínum, rein líkasum ikki rættiliga við. Ikki fyrr
enn Muhammed varð kallaður, kom vend í. Hann er tann seinasti og
størsti av Guds profet­um.
Muhammed varð borin í heim í Mekka í 570 í tí, sum nú eitur Saudi­
arábia. Pápin doyði, meðan Muhammed enn var smádrongur, og áðrenn
hann var hálvvaksin, doyði mamman. Hann vaks upp hjá einum pápa-
beiggja, og tá hann var tilkomin, fór hann í tænastu hjá eini ríkari keyp-
manseinkju, sum æt Kadidja. Hann royndist væl bæði sum sølumaður
og eisini sum handilsferðandi í grannalondunum. Kadidja og hann
gjørd­ust góð og giftust. Nú var Muhammed ein múgvandi maður.
Arábar høvdu tá á døgum eina ørgrynnu av gudum. Tað var næstan
soleiðis, at hvør bygd hevði sín gud. Men ein gudur bar av øllum. Tað
var Allah, skaparin, hann sum helt øllum uppi. Einaferð um árið fóru
arábar til Mekka at vitja halgidómin, og henda pílagrímsmánað máttu
øll í landinum binda frið.
Á ferðum sínum var Muhammed vorðin hugtikin av kristindóminum
og Jesusi, sum frelsti fólk. Um tey trúðu á hann, nýttist teimum ikki
at frykta fyri dómadegi. Arábar høvdu ongan slíkan profet, og kortini
skuldu teir á dómadegi fyri dómaran at gera roknskap fyri lívið. Hann
hugsaði djúpt um hetta, men fann einki svar.
Tað sigst, at eina náttina, hann var á einum oydnum staði, vísti eingilin
Gabriel seg fyri honum og kallaði hann til profet. Muhammed fekk
seinni fleiri tílíkar opinberingar. Tá gjørdist hann sera illa fyri, fekk
fepur og lá og ristist. Tað tulkaði hann soleiðis, at hetta av sonnum var
Guds kall.
FAKTA
Ein pílagrímur merkir ein
fremmandur. Her merkir tað ein,
ið ferðast til ein heilagan stað.
rein við · tilkomin · ørgrynnu · frykta fyri
?
FAKTA
Árið hjá muslimum lagar seg eftir
mánanum. Tað hevur 12 mánaðir,
sum eru annaðhvørt 29 dagar
og 30 dagar. Av tí at árið er 354
dagar í mun til okkara 365 dagar,
so flytast høgtíðir teirra 10 – 11
dagar aftureftir í mun til okkara
álmanakka.
Allah er arábiska orðið fyri Gud.
108
I...,98,99,100,101,102,103,104,105,106,107 109,110,111,112,113,114,115,116,117,118,...134
Powered by FlippingBook