99
Kap. 11 - Trúarskiftið
farvegurin · signa
?
FAKTA
Vit kenna nøvnini á 33 katólskum
biskupum í Føroyum, og vit vita
um leið, nær fleiri teirra virkaðu.
Hin kendasti teirra millum var
Erlendur, sum í 1268 varð vígdur
til biskup í Føroyum, og sum
doyði í 1308. Erlendur fór undir
at byggja dómkirkju í Kirkjubø,
Múrin, og í dag halda fleiri, at
tað eydnaðist at gera kirkjuna so
mikið lidna, at hon varð vígd, so
føroyingar fingu sína dómkirkju.
Trúarskifti í Føroyum
Føroyska kirkjan hoyrdi um hetta mundi undir erkabiskupssetriðí
Niðarósi í Noregi. Ongar skrivligar keldur siga greitt frá, nær og
hvussu trúarskiftið fór fram í Føroyum. Vit hava bert tað, sum hendir
uttan um okkum í hinum Norðurlondunum at halda okkum til.
Í 1537 gjørdi kongur av, at trúbótin skuldi galda fyri Noreg, so vit
mugu rokna við, at so kom hon eisini at galda í Føroyum. Í øllum
førum vita vit, at lutherskir prestar verða settir í Føroyum í 1541.
Í 1545 fór jørðin, sum kirkjan hevði átt, undir kong. Katólski
biskupurin Ámundur Ólavsson varð settur frá. Fyrsti lutherski
biskupur verður Jens Gregersen Riber. Prestarnir skuldu læra tað,
sum biskupur beyð.
Fyri trúbótina var biskupsgarðurin í Kirkjubø, og sæst farvegurin eftir
hann enn á døgum. Her búsettist áðurnevndi biskupur. Garðurin
var í ringum standi, og var tað helst ein orsøkin til, at Riber fór av
landinum nøkur fá ár seinni. Síðani hevur eingin biskupur búð har.
Tað er ikki bara sum at siga tað, at fáa fólk at skifta trúgv og siðvenju.
Bert fáir prestar vildu góðtaka trúbótina. Teir vóru so settir frá og
sluppu á garðin í Trøðum á Sandi. Tann seinasti doyði í 1570.
Enn í dag sæst farvegurin eftir katólskum siðum. Fólk signa síni
børn, og allar messur og vøkur í álmanakkanum stava frá hesi tíðini.
Ólavskirkjan og Kirkjubømúrurin í Kirkjubø.