Kristni 7 - Næmingabók - page 97

djevlar í Worms sum
taksteinar á húsunum, so
fari eg kortini hagar!
Far ikki,
Luther!
97
Kap. 11 - Trúarskiftið
Lýstur friðleysur
Um hetta mundið fekk Týskland nýggjan keisara. Hóast tað var
pávanum, kirkjuni og teirra læru, sum Luther mótmælti, so var
tað keisarin, sum stevndi Lutheri at møta í ríkisdegnum í Worms.
Honum varð lovað frítt at fara. Hóast hann ikki kundi vita, um
lyftið fór at halda, fór hann kortini til Worms. Á leiðini stóðu fólk og
eggjaðu honum. Tá hann nærkaðist býnum, ráddi ein av vinmonnum
hansara honum til at venda aftur. Tá skuldi Luther svara:
Um tað so
eru eins nógvir djevlar í Worms sum taksteinar á húsunum, so fari eg
kortini hagar
.
Tann 17. apríl skuldi málið koma fyri rættin. Hann fekk enn einaferð
høvið til at taka síni sjónarmið aftur. Tá svaraði hann við hesum
orðum:
Um tað ikki kann prógvast úr teirri heilagu skrift, at tað er
skeivt, eg havi skrivað, so standi eg við tað, tí tað er ikki ráðiligt at gera
móti síni samvitsku. Her standi eg – eg kann ikki annað. Gud hjálpi
mær, amen
.
Nú hevði Luther svarað. Við tað at tað var Bíbliuni, hann vardi seg
við, var tað ikki so lætt at fella dóm yvir hann. Men dómurin fall
kortini. Tríggjar vikur skuldi hann hava at sleppa sær heim í. Eftir
ta tíð skuldi hann verða lýstur friðleysur. Lýstur í bann av pávanum
og lýstur friðleysur av keisaranum, var tað bert ein tíðarspurningur,
nær onkur søkti at honum og drap hann.
Luther skuldi nú fara heim aftur til Wittenberg, men kurfúrstin í
Sakslandi, Fríðrikur hin Vísi, hevði sent menn eftir Lutheri at bjarga
honum. Teir fluttu hann so niðan á borgina í Wartburg, har hann
sjónarmið · samvitsku
?
FAKTA
Ein tesa er ein setningur ella eitt
uppáhald, sum ein heldur vera
rætt.
At lýsa í bann merkir her, at
viðkomandi ikki hevur loyvi til
at taka lut í nøkrum kirkjuligum
handlingum.
At lýsa ein friðleysan merkti, at ein
og hvør kundi drepa viðkomandi –
órevsaður.
I...,87,88,89,90,91,92,93,94,95,96 98,99,100,101,102,103,104,105,106,107,...134
Powered by FlippingBook