Dagar og messur
Tá ið vit lesa í álmanakka, síggja vit ofta, at dagarnir hava eitt navn. Viðhvørt er
dagurin serstakur á onkran hátt, og ikki so sjáldan verður hann róptur messa. Tær
kendastu messurnar munnu vera kyndilsmessa, grækarismessa, mariumessurnar og
mikkjalsmessa.
Hetta við messum stavar frá elstu kirkjusamkomunum. Tey fyrstu kristnu kirkjuliðini
vórðu ikki viðurkend av keisarunum. Heldur søktu teir at teimum og tóku mong
kristin av døgum. Tað hevði við sær, at tey kristnu vildu minnast hesi, sum høvdu
latið lív fyri trúgv sína, við at kalla deyðadag teirra upp við navni. Eisini var
gudstænasta hildin, og fólk løgdu ofta arbeiðið frá sær. Hesin siður helt sær langt
upp í tíðina. Seinni komu nøvn úr Bíbliuni við, og uppaftur seinni eisini nøvn á
kongum, drotningum, prinsum, prinsessum og øðrum. Tað hevur so havt við sær,
at nøvn á døgum hava verið skift út, summi fleiri ferðir.
Tann álmanakkin, vit nú kenna, stavar frá tíðini um 1700. Eftir trúbótina vildu
fólk hava hesar dagar burtur, men tað var ikki sum at siga tað. Í Føroyum hava
hesir dagar livað sum serstakir dagar, antin knýttir at vinnu sum seyðahaldi og
sjóvinnu, serligum náttúrufyribrigdum sum sól og mána og veitsluhaldi, serliga
føroyskum dansi.
Trettandi dagur jóla 6. januar
Hildin til minnis um vísmenninar úr Eystur
londum, sum komu at tilbiðja nýfødda jødakongin
(Matt 2,1-11)
. Enn verður gudstænasta hildin
hetta kvøldið. Í summum bygdum verður farið
upp á gólv.
Alla sálna dagur
Fyrsta sunnudag í november kalla vit Alla sálna
dag. Umleið ár 1000 kom tann siður at halda
minningardag fyri øll, sum farin vóru, og ikki bara
halgimenni. Í onkrum kirkjum verður hesin dagur
hildin á tann hátt, at nøvnini á teimum, sum
deyð eru í kirkjusóknini síðan seinasta Alla sálna
dag, verða lisin upp, meðan kirkjufólkið stendur
uppi og tøgn verður hildin.
søktu at · løgdu frá sær · halgimenni · farið upp á gólv
?
88