Kap. 9 - Kristna kirkjan fer um lond
Avgerðin hjá Teodosiusi keisara um at kristindómurin skuldi vera
átrúnaðurin í ríki hansara og tað, at heiðin hugsan trokaði á, førdi við
sær, at menn enn sóu seg noyddar at verja kristindómin. Teir fingu til
vega handrit, sum løgdu støðið undir tann kristindóm, vit kenna í dag.
Hesir menn verða róptir kirkjufedrar og trúarverjar.
Tíðin líður, og kristindómurin breiðir seg út um heimin. Eftir fimtu
øld menna tvær ymiskar siðvenjur seg. Onnur eystanfyri og hin vestan-
fyri. Eysturevropa fær við tíðini eina griksk-ortodoksa kirkju og Vestur
evropa fær eina rómversk-katólska kirkju.
Ovastin í rómversk-katólsku kirkjuni var pávin í Róm. Ovastin í griksk
ortodoksu kirkjuni var ein patriarkur í Konstantinopel, sum pávin tó
kravdi skuldi vera undirmaður sín. Hetta førdi sjálvsagt til stríð millum
patriark og páva. Stríðið vardi í fleiri øldir, og í 1054 slitnaði sambandið
at enda.
Pávin hevði mikið vald, bæði verðsligt og átrúnaðarligt, og sum frá leið
kravdi hann at verða virdur sum varamaður Kristusar her á fold. Ólýdni
ímóti pávanum var tað sama sum ólýdni ímóti Kristusi. Næst pávanum
komu biskupar. Pætur ápostul sigst vera fyrsti biskupur í Róm.
FAKTA
Orðið katólsk merkir almenn.
verðsligt · virdur
?
81