77
Kap. 8 - Kirkjusøga
áherðslu á · reystleika · dirvi · trúarfrælsi · harmaði · semja · ólýdni
?
Forfylgingin helt á. Í 200 ár vórðu tey kristnu forfylgd av rómverjum,
ið ikki toldu ein átrúnað, ið noktaði fólki at tilbiðja keisaran. Men
kristna trúgvin legði áherðslu á at gera tað, ið rætt var at gera í øllum
førum.
Hóast tey kristnu royndu at gera sítt besta á allan hátt, vórðu mong
teirra illa pínd og dripin. Men henda viðferð gjørdi eisini sítt til, at
tey vórðu kend fyri sín reystleika og dirvi at doyggja fyri sína trúgv. Í
staðin fyri at forkoma hesum nýggja átrúnaði gjørdi ágangurin, at enn
fleiri tóku við kristnu trúnni.
Konstantin
Í árinum 313 bannaði Konstantin keisari allari atsókn
ímóti teimum kristnu. Hann skipaði trúarfrælsi í
rómverska ríkinum og vísti, at hann sjálvur tók
kristindómin fram um annan átrúnað, tí hann læt børn
síni ala upp í kristnu læruni. Hann hevði vón um, at
kristindómurin so við og við skuldi gerast átrúnaður
hjá øllum borgarum í rómverska ríkinum. Men ofta var
klandur millum tey kristnu, um hvør rætta trúgvin var,
og hetta harmaði Konstantin keisara. Hann kallaði tí
í árinum 325 allar biskupar í ríkinum saman til ein
kirkjufund í Nikæa í Lítla Ásia.
Fundurin samdist um eina felags
trúarjáttan. Men hóast semja fekst
í hesum máli, var ofta ósemja um
trúarspurningar.
Konstantin keisari gjørdist sjálvur
kristin og læt seg doypa, stutt
áðrenn hann doyði.
Nero
Nero keisari, ið ráddi í Róm
frá ár 54 - 68, hevði sera ringt
orð á sær. Honum dámdi væl
at hyggja at sjónleiki. Og
serliga væl dámdi honum at
síggja ógvusligar hendingar.
Hann læt nógv kristin hand
taka, og tey vóru sera illa
viðfarin. Fleiri teirra vóru
tveitt fyri villini dýr og skrædd sundur, meðan
onnur vóru brend á báli. Í árinum 64 e.Kr. byrjaði
Nero eitt stórt átak at beina fyri teimum kristnu. Ein
stórur eldsbruni kyknaði í býnum, og tað eydnaðist
keisaranum at fáa fólk at trúgva, at tað vóru tey
kristnu, ið høvdu sett eld á. Men hildið verður, at tað
var Nero sjálvur, ið hevði birt eldin, tí hann vildi hava
meira pláss til nýggjar og stásiligar bygningar.
Ápostlarnir tordu tó at stíga fram, og teir hildu á at
prædika um Jesus, so leingi teir livdu. Eftir teir tóku
onnur við, og kristindómurin vaks. Men hann var
ólógligur í flestu londum, og mong av teimum fyrstu
kristnu máttu doyggja fyri trúar sakir. Tann seinasta
stóra atsóknin at teimum kristnu fór fram, meðan
Diokletian keisari sat við valdið í árunum 284 - 305.
Hann gav boð um, at allar kristnar bøkur skuldu
verða brendar, og allar kirkjur niðurtiknar. Men tað
vísti seg at vera ógjørligt at berja kristnu trúnna niður.
“…”
Jesus fekk einaferð spurningin, um
tað var rætt at gjalda keisaranum
skatt. Hann bað vísa sær ein pening.
Teir komu við einum denari, har
mynd og yvirskrift keisarans
var á. Tá segði Jesus:
Gevið tá
keisaranum tað, ið keisarans er,
og Guði tað, ið Guðs er.
Og teir,
ið høvdu ætlað at sett hann
fastan í ólýdni ímóti keisaranum,
undraðust og fóru avstað.
Úr Matt 22,21-22