Kap. 9 - Kristna kirkjan fer um lond
fjarstøðan · søktu at · útgerð
?
Krossfarar
Kirkjan breiddi seg um lond, og fjarstøðan til heilagu støðini, har Jesus
og hansara ápostlar høvdu livað og virkað, gjørdist størri. Sum tíðin
leið, fingu fólk hug at leita sær hagar at vitja, og nógvar ferðir, vallara
ferðir, vóru gjørdar til heilagu støðini í Palestina. Vallarar hildu seg fáa
syndafyrigeving við at vitja hesi støð. Tá turkar hertóku Palestina um
1050, sýttu teir fyri hesum ferðum. Mong kristin harmaðust, og eftir
áheitan frá pávanum fóru tey fleiri herferðir til tess at vinna landið
aftur. Hesar herferðir vóru nevndar krossferðir, tí tey, ið tóku lut, høvdu
heft ein reyðan kross á høgru øksl. Tað gekk mangan sera harðliga fyri
seg, og mong lótu lív. Tó eydnaðist tað krossfarunum at taka Jerúsalem
aftur og hava valdið eina tíð. Hesar krossferðir, ið vórðu gjørdar í
árunum frá 1100 – 1300, fingu stóran týdning bæði mentanarliga og
átrúnaðarliga.
Landnámstíðin
Tað fyrsta, vit vita um kristin fólk í Føroyum, er frá landnámstíðini.
Tað vóru írskir munkar, sum komu henda vegin. Ein írskur munkur
í Fraklandi, Dicuil, skrivar um ár 825 um lond norðan fyri bretsku
oyggjarnar. Her skrivar hann um nakrar oyggjar, sum illa fáa verið an-
nað enn Føroyar. Hann sigur um fólkið, at har hava búð írskir einabúg-
var í eini 100 ár, men teir eru nú horvnir. Tað skal vera av teirri orsøk, at
norskir víkingar herjaðu og søktu at halgum monnum og halgidómum.
Hví munkarnir komu higar, veit eingin við vissu. Ein orsøk kann vera,
at teir søktu einsemi, fóru úr sínum heimlandi og lótu Gud ráða fyri,
hvar teir síðan lendu. Hetta var ikki ókent tá í tíðini.
Teir norðbúgvar, ið fyrst settu búgv í Føroyum vóru heidnir. Tað vil siga,
at norrøna gudalæran var teirra trúgv.
FAKTA
Ein halgisøga er um Sankta
Brandan, sum var føddur í árinum
580. Har verður millum annað sagt
frá, at á einum av sjóferðunum
kom hann til eina oyggj, fulla
av hvítum seyði. Har hildu
hann og menn hansara heilagu
kvøldmáltíðina skírisdag, offraðu
páskalambið og vórðu verandi
til páskadag. Á hesi oyggj hittu
teir ein kristnan mann, sum gav
teimum útgerð. Tað kann tó ikki
prógvast, at hetta hevur verið í
Føroyum.
83